, ,

Torkils døtur, fløga

Torkil hevur lagt døtrum sínum eina við, at tað er vandamikið at fara einsamallar frá húsum.Gentur mugu ikki ríða einsamallar,tí ikki allir vallarar hava góðar ætlani.Kortini fer Katrin einsamøll á rossabaki í kirkju ...Tá ið ein vallari seinni kemur til garðin hjá Torkili og tekur reyða serkin, ið Katrin var í um morgunin, upp úr pjøkanum,verður Ása ræðslusligin. Torkils døtur er nýskrivað søga, ið byggir á kvæðið Torkils døtur.Evnið í søguni er frá miðøld.

149,00 kr.
Vís meira
, , , , , , ,

Eitt løgið skip

Regndropar falla við viðbreknum smellum. Við eini feiandi rørslu tekur Elo skipið fram aftan bak og rættir tað upp móti Súsannu. - Halt kipp, altso! Súsanna fer eitt fet aftur eftir hæli og hevur aðra hondina fyri bringuna. Gráir regnblettir breiða seg á tí hvíta seglinum. - Hetta hevur tú ikki sjálvur gjørt, ha? Súsanna hyggur tortrúgvin at Elo. - Alt sum tað er. Stoltleikin bukar í kroppinum. Hon ristir á høvdinum. - Tað er heilt ótrúliga vakurt, Elo!

95,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Orð at enda

Á heysti 1990 varð eg fongdur við krabbameini, fekk viðgerð og kom so frægt fyri meg aftur, tá ið veturin 1991 var komin á hall, at eg fekk skrivað eina lítla dagbók um tíðina við sjúkuni. Heimangerðin var bara at skriva fyri meg sjálvan, men ein rithøvundur tykist borin altíð at skriva fyri onnur. Í tekstinum sendur lítið upplýsandi um heilivág.

169,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Eg síggi teg betur í myrkri

Undir middag leygardagin 26. august 1939, fáar dagar, áðrenn annar heimsbardagi brestur á, er ferðaskipið s/s Lyra á veg úr Berg­e­n til Föroya. Í einum sólstóli á afturdekkinum situr íslendska skaldið og ævintýramaðurin Benedikt Einarsson og tekst við at doyggja av einum ovurskamti av morfini. Nú er tann lötan komin í lívi hansara, tá ið fortíðin hevnir seg aftur. Gjögnum dvínandi tilvit skaldsins kraklast minnini í dreymkendum brotum.

248,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Rokning 1a, lærarabók

Lærarabók til Rokning 1a, sum er fyrri partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

598,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

At elska og liva (36)

Í Hásonginum vísur Gud okkum, hvussu góða parlagi sær út. Einki verður pakka inn, men fari verður niður í smálutirnar við sera grafiskum lýsingum av góðu, ríku og inniligastu løtunum, sum parið hevur saman. "At elska og liva" er einamest ætlað sum ein praktisk vegleiðing til pør, ið ynskja at røkja teirra parlag.

175,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Rokning 1b, Grundbók

Rokning 1b er annar partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning. Bókarøðin ROKNING leggur dent á trý høvuðsøki: • At arbeiða praktiskt, granskandi og skapandi í fjølbroyttum virksemi • At laga læringina til hvønn einstakan næming • Fakligt innihald og stigvísa framtøku

118,00 kr.
Legg í kurv