Ukrainska dagbókin (20)
248,00 kr.
Í novembur mánaði 2013 noktaði Viktor Janukovitj, tá verandi forseti Ukraina, at skriva undir samstarvsavtalu við ES. Avgerðin hevði við sær, at stórar fjøldir av mótmælisfólki savnaðust á Frælsisplássinum – Maidan – í Kiew. Og síðan hendi so mangt
annað. Viktor Janukovitj flýddi til Russlands, russar hertóku Krim hálvoynna, og bardagarnir harnaðu í Donbas í eystara parti av Ukraina.
Rithøvundur: Andrej Kurkov
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Ukrainska dagbókin
Frágreiðing: Í dagbókabrotunum er Kurkov bæði vónríkur og ørkymlaður um hóttandi og óstýriligar kreftir, sum stóri grannin hjá Ukraina eggjar til.
Evni:
Týðari: Edvard Olsen
Forlag: SPF. SPROTIN
Útgávuár: 2023
Síður: 288
Myndir: Nei
Bókaklubba: Nei






