Syðrugøta-Húsagarður, Gøtu húsasøga 2

300,00 kr.

Rithøvundur: Erling Isholm

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Syðrugøta-Húsagarður, Gøtu húsasøga 2

Frágreiðing:

Evni:

Forlag: GØTU HÚSASØGA

Útgávuár: 2024

Síður: 341

Myndir: Ja

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10254

Vørulýsing

Húsgarður telist millum søguríkastu garðar í Føroyum, og lítil ivi er um, at søgan um garðin er væl eldri enn tær elstu keldurnar, vit eiga. Húsgarður er við í fleiri gomlum sagnum, og sambært teimum vóru floksmenninir í síni tíð á gólvinum Niðri við Hús. ì bókini verður greitt frá søguni um Húsgarðog fólkunum á garðinum frá sagnartíð upp til okkara dagar, og tær ættargreinir, sum settu búgv fyrst í býlinginum Húsgarði og seinni kring alla bygdina, verða lýstar.
Í bókini verður eisini greitt frá, hvussu jørðin innan- og uttangarðs hevur verið skipað í Syðrugøtuupp gjøgnum tíðina. Av serligum áhuga eru tey rættarmálini, sum hava verið í samband við óvissuna um, hvar markið millum Húshagan í Syðrugøtu og hagapartin Gøtuseyður í Søldafirði skuldi vera.Ta óvissuna avgjørdu løgrættumenn á einum ástaðartingi á Løgdalsbrúgv fyri júst 200 árum síðani.