Sandoyar kirkjubók 1719 – 1892 (4)
548,00 kr.
Sandoyar kirkjubók 1719-1892 er eitt nágreinligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum sandoyarprestar hava skrivað um tey, sum í hesum tíðarskeiði búðu í teimum fimm sóknunum í Sandoyar prestagjaldi: Heima á Sandi,
Skálavík, Húsavík, Skúvoy og Stóru Dímun. Her kann síggjast hvørji børn vóru doypt, foreldur og fadrar teirra, nær tey vóru fermd, nær tey giftust, børn teirra og nær tey doyðu.
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Sandoyar kirkjubók 1719 - 1892
Frágreiðing: Henda bók er tann áttanda í ritrøðini, sum fer at fevna um níggju bøkur 1687-1892.
Evni:
Ritstjóri: Johan Guttorm Mikkelsen
Forlag: FELAGIÐ VARÐIN
Útgávuár: 2023
Síður: 936
Myndir: Nei
Bókaklubba: Nei






