Leikrit 35, Eitt leygarkvøld í Bringsnagøtu

100,00 kr.

Rithøvundur: Hans A. Djurhuus

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Leikrit 35, Eitt leygarkvøld í Bringsnagøtu

Frágreiðing:

Evni:

Ritstjóri: Árni Dahl

Forlag: FANNIR

Útgávuár: 2024

Síður: 110

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10132

Vørulýsing

Hetta 35. leikritið er ”EITT LEYGARKVØLD Í BRINGSNAGØTU” – dreymaleikur í trimum pørtum, sum Hans Andrias Djurhuus skrivaði í 1947 – seinasti leikur hansara. Leikurin hevur, tað ið vit vita, verið spældur í Funningi fyrst í 1950-árunum. Ivaleyst hevur hann eisini verið spældur í øðrum bygdum.Við hesum 35. riti er røðin LEIKRIT fullfíggjað, so sum ætlað var. Gjørt verður vart við, at tað ongantíð var ætlanin at prenta allar leikir, ið settir eru á pall í Føroyum, frá tí at føroyingar tóku stigið og fóru at spæla sjónleik á føroyskum máli á palli. Heimangerðin var at prenta teir leikir, sum eru settir á pall, og sum fyrr eru prentaðir, annaðhvørtí bóklingum, tíðarritum ella sum undanskurður – sum framhald – í føroyskum dagbløðum. Tíðarmarkið uppeftir varð sett til 1949.