Landið millum hav og himmal

298,00 kr.

Rithøvundur: Asbjørn Hildremyr

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Landið millum hav og himmal

Frágreiðing:

Evni:

Týðari: Turið Sigurðardóttir

Forlag: SPF. SPROTIN

Útgávuár: 2025

Síður: 224

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10422

Vørulýsing

Árið er 1940. Hitler tveitir bumbur yvir Noreg, á Vesturlandinum standa býir í loga, og í einari bygrýma fólk í skundi til havs á miðjari nátt. Ein sjey ára gamal drongur stendur við lúnningina oggrætur, tí hann vil ikki fara frá abbanum, sum er eftir á kaiini. Leiðin liggur til Amerika.
Ferðin endar tó ikki í Amerika, men í Klaksvík, og har vórðu smádrongurin og ferðafelagar hansaraverandi í mánaðir. Tíðina í Føroyum gloymdi drongurin ikki, og tá ið hann nógv ár aftaná skrivar umhana, stígur tann heimurin, hann upplivdi, ljóslivandi fram fyri lesaran, fullur av smálutum ogsansan – luktum, smakkum og ljóðum – og stórum eins og smáum hendingum. Uttan sentimentalitet og idealisering verður sagt frá kenslunum hjá dreinginum og roynd um hansara at skiljahøvuðsspurningar sum, hvat kríggj er, og hví vit halda, at fólk, sum ikki eru eins og vit, eru løginhvussu hann verður partur av tí nýggja umhvørvinum.
Seinni partur av bókini, „Minnisfundur“, er ferðafrásøgn hjá høvundinum til Føroya í 1976. Her sigurfrálíkur eygleiðari frá øllum teimum stóru og sjónligu broytingunum, sum eru hendar. Menhøvuðsørindini eru at leita aftur til tað, ið var, og vita, um tað ber til at finna nakað av tí aftuøllum tí nýggja, modernaða, eru tað fyrst og fremst tey fólkini, hann hittir, sum gera, at hann finntráðin aftur. Tað er eisini náttúran og veðurlagið, men ikki minni er tað ljóðið av føroyskum máli,sum vekur ta farnu tíðina til lívs og byggir brúgv til samtíðina.