Kom og les raðið
298,00 kr.
Rithøvundur: Gertrud M.R. Brandt
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Kom og les raðið
Frágreiðing:
Evni:
Týðari: Pálin Olsen
Ritstjóri: Hanne Lyng Frandsen, Lene Kamuk
Forlag: NÁM
Útgávuár: 2024
Síður: 265
Myndir: Nei
Bókaklubba: Nei
- Vørulýsing
Vørulýsing
Við Kom og les raðið fær lærarin ítøkilig amboð at venja førleikan at lesa raðið í grund- og miðdeild. Tá ið næmingarnir hava brotið lesikoduna, er alneyðugt, at lesingin verður kjølfest, soleiðis at næmingarnir fara at lesa neyvt, skjótt og væl. Til ber at venja at lesa raðið við endurtiknum upplestri í flokkinum, saman við einum lesivini ella saman við læraranum. Næmingarnir fara ikki einans at lesa væl og rætt. Teir gerast eisini tilvitaður um egnar førleikar, og lesifatanin verður ment.
Í bókini eru eisini vegleiðingar til at arbeiða við vinalesing og við endurtiknari staving, sum sameinir staving og lesing, har næmingarnir arbeiða saman og geva hvørjum vegleiðandi øðrum tilsvar.Harumframt eru hugskot í bókini til at skipa ymisk lesiátøk, t.d. eitt miðvíst lesiskeið í at lesa raðið. Á hesum lesiskeiðinum brúka næmingarnir arbeiðshættirnar, sum teir hava lært frammanundan.Eitt avritshefti er til bókina við øllum arbeiðsørkunum til tilfarið. Í heftinum eru eisini 188 lixaðir tekstir til endurtiknan upplesturin til Orð um minuttin-háttin, tekstir til einstaklinga beinleiðis meting og tekstir til at meta um næsta lesistig. Alt avritshefti er á ibok.nam.fo.






