Hevur føroyskt virðismetandi orðmyndan?
180,00 kr.
Rithøvundur: Sonja Winthereig
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Hevur føroyskt virðismetandi orðmyndan?
Frágreiðing: Ein kanning av føroysku hjáorðaeftirfestunum -ni, -na og-sta
Evni:
Forlag: Fróðskapur SP/F
Útgávuár: 2024
Síður: 86
Myndir: Nei
Bókaklubba: Nei
- Vørulýsing
Vørulýsing
Í føroyskum kunnu vit siga bæði ofta og oftani, soleiðis og soleiðisna, bara og barasta. Mennær brúka vit hvat? Og er nakar merkingarligur munur á slíkum orðapørum?Í hesi bókini verða tílík orð umrødd og kannað. Spurt verður, um orðini við -ni, -na og -sta-endingum eru dømi um virðismetandi orðmyndan, har talarin styrkir um sína útsøgn; eitt núum oftani er oftari enn ofta og hjartaligani hjartaligari enn hjartaliga.
Íblásturin til evnið fekk eg frá Hjalmari P. Petersen, professara í málvísindum. Hann gjørdi megvaruga við, at vit í føroyskum hava nøkur eftirfesti, ið møguliga kunnu flokkast sum evaluativ.Frammanundan kendi eg til evaluativ eftirfesti í teimum slavisku málunum og hevði arbeitt viðevninum í sambandi við mína útbúgving í russiskum, men eg hevði aldrin hoyrt um hettaslagið av morfologi í føroyskum áður. Tí helt eg tað vera áhugavert at fara undir einanágreiniliga kanning av hesum fyribrigdi. Samstundis kundi ein tílík kanning vera gagnlig fyriføroyska málgransking, við tað at hetta er eitt øki, sum ikki hevur verið granskað í áður, mensum kann staðfesta eitt øðrvísi slag av orðmyndan í føroyskum – ein øðrvísi máta at økja umokkara orðastovn uppá.
Fleiri hundrað fólk vóru við í kanningini, sum er gjørd á miðnámsskúlunum kring landið.






