Havnar søga – bind 1-6, Mp3

999,00 kr.

Í stóra verkinum eru frásagnir og lýsingar av Havnini, av serligum tilburðum og av fólkunum, sum hava ment býin til tað, hann er í dag – tilsamans eru 2.300 blaðsíður lisnar inn!

Tíðarskeiðið frá landnámi til 1816 verður lýst í fyrsta og øðrum bindi, frá 1816 til 1909 í triðja, fjórða og fimta bindi, og frá 1909 og fram til sekstiárini í sætta bindi.

Fyrsta bók:
Fornfrøðiligar rannsóknir í gomlu Havnini. Ting- og rættarviðurskifti. Bóndagarðurin Húsagarður. Vinnur hjá havnarfólki. Einahandilin fram til umleið 1790. Staðanøvn innan- og uttangarðs í Havnini.

Onnur bók:
Vágsbotnshandilin 1768-1793. Kongligi handilin 1790 til 1816. Skansaverkið. Hospitals- og heilsuviðurskifti. Kirkjurnar. Skúlarnir í Havn. Hvussu Havnin veksur og mennist fram til 1816.

Triðja bók:
Grind í Havn fram til í dag. Kongligi handilin frá 1816 og til fríhandil – frá halli til avlops.

Fjórða bók:
Skansaverkið 1812-1865. Havnar skúli 1812-1912. Havnar traðasøga fram til 1909 . Yvirlit yvir traðir í Húsahaga og Flatnahaga/Álakershaga.

Fimta bók:
Handil og fiskivinna. Fabrikkin hjá Østrøm í Rættará. Demografiska menningin 1816-1909. Kommunuviðurskifti sama tíðarskeið. Yvirlit yvir kommunustýrislimir 1866-1909 og limir í almennum nevndum.

Sætta bók:
Lýsingar av Vaglinum, út í Tinganes og heima í Havn. Fiskapláss, havnarløg, samferðsla og bóndagarðarnir. Fyrra heimskríggj. Heilsuviðurskifti. Fólkaflytingar. Fakfeløg. Týðandi handlar og virki. Fiskivinna, framleiðsla og framtøk í millumkrígstíðini. Jarðarreformurin og bóndarørslan í 1930-árunum. Tórshavnar skipasmiðja. Tilgongdir umleið 1900-1940. Krígsárini1940-1945. Demografisk menning 1945-1960 og fólkateljingar og fólkasamansetingar 1901-1977. Yvirlit yvir motorbátar, skipaskrásetingarprotokoll, húsa- og traðaeigarar í 1927, býráðslimir og borgarstjórar frá 1909 til nú.

Rithøvundur: Jens Pauli G. Nolsøe, Kári Jespersen

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Havnar søga - bind 1-6, Mp3

Frágreiðing: Fløgur 6 mp3 - Tíðin: 66 t 15 min

Evni:

Lesari: Jákup Sørensen, Heri Jacobsen, Høgni Joensen

Forlag: FORLAGIÐ LJÓÐBØKUR OG TÓRSH. BÝRÁÐ

Útgávuár: 2026

Síður: 0

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

ISBN: 978-99972-60-40-6

: Á goymslu 10624