1804

298,00 kr.

Rithøvundur: Rúni Bjarkhamar

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: 1804

Frágreiðing:

Evni:

Forlag: SPF. SPROTIN

Útgávuár: 2025

Síður: 101

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10424

Vørulýsing

Jean Paul noyðist at flýggja úr Fraklandi. Á náttartíð fjala hann og vinmaðurin, Leo, seg umborð áeinum prámi, sum fer til Le Havre við neytahúðum. Har hitta teir á einum vertshúsi ein skipara, iðsigur seg vera úr einum landi, teir ongantíð hava hoyrt um. Landið eitur Les Iles Féroé, Føroyar.
Morgunin eftir hava teir seglini á og eru á ferð við føroyinginum. Ein ferð, sum flytur teir inn í tær broytingar, sum henda í Evropa, Amerika og seinni í Føroyum hesi árini.
Føroyingurin hevur allatíðina eitt mál fyri framman. Hann hevur sett sær fyri at fara aftur til fátæka heimlandið. Har er so mangt, sum bøtast skal um. Ikki minst mugu føroyingar eiga skip og læraat sigla.
Skaldsøgan 1804 lýsir eina søguliga broytingartíð. Gjøgnum eyguni á høvuð spersóninum, fransmanninumJean Paul, verða Føroyar lýstar.Vit lesa um bjartar hugsjónir og afturhald.Vit hoyra um fólk, sum stríðast við harða mótgongd í tilveruni.Og so hoyra vit eisini um kærleikan, sum størstur er.