Dísa og huldufólkini
Huldufólkini bjarga Dísu undan at doyggja í kavarokinum. Men stríðið ímóti tí ónda byrjar nústandi. Dísa lovar sær sjálvari, at hon skal gera alt fyri at fáa hendur á svávulsóljuni og bjarga klovninum, sum er gandaður.
Nýggja gentan í flokkinum-Tey
Tey í sætta er ein røð, sum er um nakrar gentur og dreingir í einum púra vanligum sætta flokki. Men hóast púra vanligur, já so hendir kortini ymiskt, sum eftir eini lítlari løtu kann venda øllum á høvdið. Tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár!
Hvassi 1. - Spæli deyður
Hon er um ein drong um 14 ára aldur, sum alt lívið hevur ansað eftir sær sjálvum. Síðan hann var 7 ár, er hann rýmdur undan myndugleikum og harkaliðum. Einki er, sum tú heldur tað vera, og sum lesari verður tú alla tíðina tikin á bóli.
Orðálvur (4)
Orðálvur er eitt borðspæl um navnorð til børn og vaksin. Spælast kann í fleiri stigum, soleiðis at øll kunnu spæla saman.
Mín jólabók 2009
Mín jólabók við 24 ymsum søgun, yrkingum og ítrivum. Ítrivini snúgva seg í stóran mun um kavamenn, men smákøkur og jólavættrar sleppa sjálvandi eisini upp í part. Og so hava vit hugsa um fuglarnar hesaferð; hví ikki geva fuglunum mat, sum minnir um jól?
Hin dagin tá ið Rebekka var Ra
Til børn í barnagarðsaldri. Søgurnar snúgva seg um ein drong og eina gentu, sum ein morgunin vakna og eru hitt kynið. Javnstøðunevndin hevur tikið stig til útgávuna fyri at skapa orðaskifti um kynsleiklut og javnstøðu.
Salmiakk og Hedda
Salmiakk er fluttur til Stokkhólm, og í Stokkhólmi hevur hann hvørki Norðnes-ommuna, Spøka ella Clin-Clint-Henrik. Heimlongsulin er sum eitt svart hol. Líka til Hedda kemur. Hedda, sum er djørv og elskar Salmiakk.
Vencil nr. 7
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Flogmaður
Sorgleysu dagarnir enda brátt tann dagin Conor kemur fram á eina samansvørjing móti kongi. Tá ið hann roynir at forða fyri hesum, verður hann skýrdur svíkjari og fongslaður á Lítlu Saltoy. Bert ein máti er at sleppa burtur, og tað er at flúgva.
Silvurstólurin
Gjøgnum vandar og myrkar holur undir jørð eru nøkur vinfólk send at bjarga einum kongssoni. Men á ferðini til undirheimin koma tey at standa andlit til andlits við óndskap, ið er vakrari og deyðiligari, enn tey nakrantíð høvdu dugað at ímyndað sær.
Á, sum Panama er vakurt
Lítla bjørnin og tann lítli tikarin eru bestu vinir, og tey ræðast einki, tí at tey eru ógvuliga sterk. Men ein dagin fara tey avstað at leita eftir Panama, dreymalandi sínum. Á leiðini uppliva tey mangt spennandi. Men hvar er Panama?
Fortíðar syndir
Tvíburasystrarnar Tove og Lydia hava heilt hvør sín hátt at stríðast við sorgina um deyða pápan. Onnur er full av hatri og hin vil heldur gloyma alt, sum er hent. Fortíðar syndir er ein bók til ung og vaksin sum dáma væl krimi.
Lívið sum Rósa 2
Rósa má hava ein nýggjan gittara. Tann gamli hjá pápanum nyttar einki, um hon ætlar at vera poppstjørna. Men hon hevur ikki ráð at keypa ein sjálv.
Titanic
Í 1912 var Titanic liðugt bygt og var ein av størstu og glæsiligastu damparum. Les ótrúligu søguna hjá skipinum, líka frá byrjan á eini skipasmiðju í Írlandi og til endan í ísfylta Atlantshavi.
Mona og Boas
Bæði dukkan Mona og revurin Boas vilja eiga dukkuhúsið.
Tula er vát
Tula er ein bamsa, sum Ása eigur. Eli finnur hana á bønum, og hon er bæði vát og køld.















