Vinurin - Tey í 5.B. 2. Bók
Bókin er ein spenningssøga og viðger fyrst og fremst hetta við, at børn kjatta inni á netinum og kanska ikki vita av, hvørjum tey í grundini kjatta við. Tvs. hon setur fokus á evnið at ansa eftir børnum og teirra atferðum í sambandi við teldu. Anna hevur ein kjattvin á netinum og ger av at hitta hann. Einasta, sum veit um hetta, er vinkonan Barbara, sum ikki er heilt álvulig við tankan um, at Anna skal hitta ein, hon ikki kennir.
Mín jólabók 2011
Ítrivini er soleiðis, at tað helst ikki skal kosta ein harragarð at gera tey, og saman við øllum teimum nýskrivaðu søgunum er jólabókin í ár ein heildaruppliving sum kann gera bíðitíðina fram til jóla eina spennandi og hugnaliga tíð.
Loyndarmálið hjá pápa
Pápi hevur eitt loyndarmál – eitt loyndarmál, sum vit bæði, Siri og eg, ikki mugu gretta orð um. Og eitt kann eg siga tær! Tað er verri enn loyndarmálið hjá flest øðrum húskjum. – so nógvar ferðir verri!
Gladiator drongurin 2. Flýggja
Torir tú at fylgja Decimusi, nú hann stríðist fyri lívinum á Doom arenuni? Hevði tú klárað at verið álopin av kempum við sleggjum ella at stríðst mann móti manni? Fer Decimus Rex nakrantíð at gerast frælsur? 2 bókin um Decimus, gladiatordrong í Rom.
Gladiator drongurin 1. Hetja á
Torir tú at fylgja Decimusi, tá ið hann verður tikin av ránsmonnum? Hevði tú yvirlivað á teirri ræðuligu deyðsarenuni? Hoyr um dystirnar, sum óndi leikstjórin letur hetju okkara Decimus Rex luttaka í.1 bók um Decimus, gladiatordrong í gamla Rom.
Hundurin
Hundurin er um Rúnar og pápan, sum eftir hjúnaskilnað leita til Kanariuoyggjarnar at halda jól. Á Kanariuoyggjunum hitta teir Marjuna og Nannu – og ein hvínandi og svangan hund, sum tey vilja hjálpa. Rúnar og Marjun kalla hann Ninja og ansa eftir honum. Tey vilja hava hann heim við sær. Men ber tað til?
Pál dansar
Pápi Pál eru ikki sum pápar flestir. Hesaferð hevur hann keypt Páli dansiskógvar, tí at hann vil hava, at Pál lærir at dansa. Og so hevur hann einki ímóti sjálvur at hjálpa dansilæraranum at læra børnini …
Hin klóka æðan
Myndabók, ið er grundað á eina sanna søgu úr Hesti. Um eina fitta ommu, ið hjálpir tveimum oljudálkaðum æðum.
Mannajagstrarin 3
Ezra, Selina og Luka leita eftir Veiðumannabókini. Teir skulu forða greivanum at sleppa einum dreka leysum á jørðini. Og tað er ein kapprenning við tíðina.
Huckleberry Finn, skreytútgáva
Ein hin kendasta bókin eftir Mark Twain. Spennandi, stuttlig og verður av nógvum roknað sum klassikari í nýggjum amerikanskum bókmentum.
Vencil á enskum
Serútgáva - Vencil á enskum















