Skúlabyrjan-Pluss og minus
Nógv skal lærast fyrstu skúlaárini. Stuttligar uppgávubøkur styrkja læringina, og barnið kann fáa eina betri fatan av tí, tað lærir í skúlanum. Umframt at barnið lærir at rokna, verða fínrørslulagið, logiski sansurin og eygleiðingarevnini stimbrað við bókini. Loys uppgávurnar - Lita stuttligu tekningarnar - Finn rætta klistrimerkið til prógvið - Klipp prógvið út og hong tað upp á veggin - Ger tíni egnu roknistykki við klistrimerkjum.
Skúlabyrjan-Klokkan, ein bók um tíð
Ein ítrivsbók til tín, sum vilt læra teg (meira um) klokkuna! Í bókini eru nógvar stuttligar uppgávur við góðum og stuttum frágreiðingum og litríkum myndum. Í bókini kærir tú um: klokkuna, tímar, minuttir, heilar og hálvar tímar og korter tíðina sum hugtak - samdøgrið, vikur, mánaðir og ár vanligu klokkuna og talgildu klokkuna klokkutíðir um náttina og klokkutíðir um dagin. Tú kanst venja við eini veruligari klokku við at flyta pinnarnar á ymsar klokkutíðir. Góða skúlabyrjan!
Hjartastormur - Stormhjarta
Uppliva dreingir og gentur forelskilsi upp á sama máta? Sama søga verður søgd bæði úr sjónarhorninum hjá ávikavist Stormi og Viólu. Søgan nertir við alt millum himmal og jørð, sum hevur við tannáringalívið at gera. Bókin er vakurt myndprýdd í teknirøðsstíli.
Handbók fyri superhetjur 2.part - Reyði skorturin
Ein nýggj superhetja er í býnum. Øll børnini í skúlagarðinum tosa um framúrskarandi Reyða skortin, ið dugir at flúgva og berjast ímóti bølmennum. Tey hava onga hóming av, at hetta í veruleikanum er teirra egni, happaði floksfelagi, Lisa. Eftir at handbók fyri superhetjur" á bókasavninum, er Lisa farin í holt við at venja at venja 101 kynstur - men nú stendur hon fyri størstu avbjóðing higartil. Ferðmikið, spennandi og vakurt um eina lítla gentu, sum tekur málið í egnar hendur.
Handbók fyri superhetjur 1.part - Handbókin
Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera? Ferðmikið, spennandi og vakurt um eina lítla gentu, sum tekur málið í egnar hendur.
Plastruskið í sjónum (19)
Plastruskið í sjónum lýsir, hvussu havið, kovin hjá sjófugli, er um at gerast eitt ruskpláss. Tá iå granskarar kanna deyðar havhestar, sum verða skolaðir uppá land, finna teir plast í maganum á teimum. Soleiðis boðar fuglurin frá, at alt ov nógv plastrusk er í sjónum. Tíbetur kunnu vit saman og hvør sær hjálpa havhestinum og hinum sjófuglunum, og runt um í verðini hava nógv fólk longu funnið upp á smartar uppfinningar og loysnir fyri at fáa ruskið burtur.
Marin fær ein lítlabeiggja (36)
Marin hevur verið ógvuliga spent at fáa ein lítlabeiggja, men tá ið lítlibeiggin er komin, er tað kortini ikki so stuttligt. Hann grætur nógv og illa, og foreldrini eru móð og orka einki, og pápin kallar hana ikki longur fyri sína loppu. Hon hevði heldur viljað havt ein stórabeiggja, sum Amalia eigur, ella eina stórasystur sum Randi. Men er tað nú so galið kortini at eiga ein lítlabeiggja?
Pssst! (46)
Hví eri eg akkurát tann, sum eg eri? Hví bleiv eg ikki ein onnur? Hvat var eg, áðrenn eg bleiv fødd, og hvat verði eg, tá eg doyggi? Hevði eg eisini verið eg, um eg varð fødd onkra aðrastaðni? HVØR ERI EG Í GRUNDINI? Pssst! varpar ljós á smáar og stórar spurningar í lívinum hjá 12 ára gomlu Viólu. Í tí einastandandi samanspælinum millum myndir og tekst fáa vit innlit í tankar hennara um lívið, deyðan, vinir, familju, einsemi, útsjónd og popularitet.
Sofía og Anita. Ein eskja við pengum
Ein tjóvur er í flokkinum. Sofía og Anita mugu finna út av, hvør tað er. Tað verður nógv ørvísi, enn tær høvdu ímyndað sær frammanundan.
Elskar, elskar ikki
Elin og tey í flokkinum fara á seturskúla. Har hittir hon Beinir, sum gongur í einum øðrum skúla. Hann er hægri enn hinir og er ljóshærdur. Hann heldur um hondina á Elini undir borðinum og spyr, um tey skulu hittast undir eikitrænum seinni í kvøld. So hendir okkurt snópisligt, og Elin rýmir heim mitt um náttina, men tá ið hon kemur heim, sær hon okkurt, sum er nógvar ferðir verri. Mamma Elina hevur fingið sær nýggjan sjeik, og hann eigur eina dóttur, sum eitur Kristina.
Símun og Nói bjarga humlum
Símun og Nói vilja bjarga humlum frá deyðanum. Teir hava ein klubb. Alda sleppur at verða við.
Símun og Nói í revaholuni
Símun og Nói lúra eftir stóru dreingjunum við revaholuna. men so verða teir avdúkaðir!
Nátt og dagur
Tá ið sólin setur, og tað fer at skýma, gera nógv dýr seg til reiðar at sova, meðan onnur vakna.
Stór rovdjór - Ørnin
Ørnir eru ovurstórar! Tær eru sterkar og glúpskar, hava ótrúlia sjón og eru skjótar og kongaligar, tá tær flúgva. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu tær liva, hvat tær eta, og hvussu tær uppala ungar sínar.
Fílasteinurin
Bapit býr í Thyborøn og líkist ikki hinum. Tað er tí, at hann hevur etið alt ov nógv Nutella, og tí mamma hansara er út Tailandi. Pápin, eum er deyður, gav Bapit ein holstein, sum hann segði hevði gandamegi: Um tú hyggur gjøgnum holið og ynskir tær okkurt, gongur ynskið út. Men hesum trýr Bapit ikki. Ikki fyrr enn alt knappliga verður ovboðið.
Flanagan og eg
Bjarni býr saman við ommuni úti á bygd. Í skúlanum gongur Lenny Karlsson í sama flokki sum hann. Kenny ger seg inn á Bjarna og vinin, Flanagan. Tað er tí, teir vilja herða seg, so teir kunnu standa ímóti sløgunum frá Lenny og kanska sláa aftur. Men hjálpir tað teimum at herða seg, ella mugu teir gera annað? Bjarni hevur lært seg nøkur gandaorð frá ommuni........















