, , , , ,

Svim fyri lívinum

Tá ið hann læt eyguni upp aftur,lá fiskurin og hugdi at honum við sorgarbundnum eygum. Har var ongin ivi. Toskurin kendi eisini hann aftur. Ove skundaði sær at oysa vatn á hann við eyskarinum. So tók hann eina tilju burtur og oysti meiri sjógv inn í bátin. Toskurin skuldi ikki doyggja í bátinum.

35,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Søgur, heft

Fyri ungum og gomlum kvað hann...Og blómunum gav hann mál. Hans Andrias gav teimum ungu lívsins vísdóm ballaðan inn í yndisligar og vakrar søgur og rímur, har træðrir frá ævintýrheiminum rukku inn til mannalívið og royndust sum ruddandu gøtur, ið runnu fram móti reinum og dýrum hugsjónum.

60,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Fongurin, heft

Fongurin er ein søga frá steinøldini um tann unga veiðimannin, Guru, sum má flýggja frá bygdarfólkinum og berjast móti tí hvíta tarvinum - tí stóra andanum á skóginum. Fongurin er ein óføra væl søgd og spennandi søga. Hóskar til gentir og freingir frá 10-11 árum og uppeftir.

20,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Fjaldi dýrgripurin

Árni fer úr Reykjavík út í sveytina at arbeiða hjá einum bónda. Hetta lívið er so nógv øðrvísi enn býarlívið, og Árni fær nógvar vinir.

10,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Mangt er millum himmal og jørð

Nútíðarmenniskja er soleiðis vorðið, at tað treyðugt trýr tí, ið ikki kann prógvast. Tað stendur einum og hvørjum frítt at trúgva søgunum í bókini, men fyri høvundunum báðum eru tær sannar, soleiðis sum teir her siga frá. Í bókini eru 10 søgur og formæli um pátrúgv eftir Annu M. Brimnes.

240,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Nú breddar

So at siga alt, sum er í hesum savninum, hevur staðið í barnablaðnum, sum kom út frá 1928-1931. Í savninum eru smáar søgur, yrkingar og sangir.

12,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Jólabókin hjá Marius J.

Flestu søgurnar eru týddar úr svenskum. Upprunasøgurnar eru: Míni barnajól, Fátt kann feigum forða og Ein dyrgingarferð. Í savninum eru eisini sangir, sum Hans J. Højgaard hevur sett lag til.

15,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Vera vernd

Annar partur um gentuna Heiðu, sum býr í Reykjavík. Søgan fer fram undir seinna heimsbardaga.

50,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Føðingardagar, plakat

Plakat við møguleika at skriva føðingardag á.

30,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, , , ,

Mikkjalsbók

Umfatandi ritverk um skaldið Mikkjal á Ryggi. Í verkinum eru søgur, greinir, kvæði, yrkingar og sálmar. Eisini er yvirlit yvir skaldskapin hjá Mikkjali á Ryggi, greinir í bløðum og tíðarritum, ummæli og mangt annað forvitnisligt.

448,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Búrið

Vit fylgja einari 16 ára gamlari jødiskari gentu, Rivu, frá tí at týskararnir stongdu jødarnar inni í ghettoum í pólsku býunum, og til allir jødar verða fluttir í týningarlegur í Eysturproysalandi. Frásøgnin lýsir ikki bara nágreiniliga ræðuleikarnar í nasistisku týningarlegunum, men hon sigur okkum eisini frá menniskjum, ið halda saman og eiga ófatiliga styrki, kærleika og vilja at liva.

138,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Klintrimús, bókin

Øll kenna søguna um Piparkøkusangin, og um hvussu eitt mistak gjørdist bjargingin undan einum tjóvskum revi, og boðskapurin um, hvussu djór eiga at liva saman í skóginum í sátt og semju.

160,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Sig mær eina søgu 1, heft

Søgusavn við upprunaligum og týddum søgum, sum hava staðið í Barnablaðnum. Fimtan søgur eru í savninum. Átta upprunasøgur, sum hesir hava skrivað: Jákup M. Kjeld, Bjarni Joensen, Jacob Olsen, Mikkjal á Ryggi, Theodor Hansen, l. Hansen, Bjarni Holm og Svenning Tausen.

8,00 kr.
Legg í kurv