Artemis Fowl 3 - Ævinleikakotan
Artemis er teldusnillingur og hevur gjørt eina superteldu burtur úr leyslutum, hann hevur stolið frá álvunum. Artemis hevur eina heilt serliga ætlan við telduni, tá ið hann sýnir hana fram fyri einum harðrendum manni við sambondum við mafiuna.
Julian og Jim
Onnur bókin um drongin Julian. Í hesari bókini er onkur eftir Jim og vil gera seg inn á hann, tí at hann hevur slatrað, og tað kann Julian ikki lata henda, tí hann og Jim eru vinir.
Spøkilsið sum flenti
Savn við fimtan spøkilsissøgum á øllum átta málunum í Norðurlondum. Søgurnar, ið umboða Føroyar eru: Ver ikki bangin eftir Sámal Kristian Jacobsen og Óvitar eftir Sólrún Michelsen. Allar søgurnar eru prýddar við tekningum, ið listafólk úr øllum Norðurlondum hava gjørt.
Teir villu fótbóltsjassarnir 2
Ein nýggjur drongur, Rokko, kemur at spæla við liðnum hjá fótbóltsjassunum.Tað er ikki hvør sum helst drongur, tí pápi hansara er komin úr Brasilia at spæla við kenda FC Bayern München liðnum.Spurningurin er so,um pápin heldur villu fótbóltsjassarnar vera nóg gott lið hjá soninum at spæla við á.Ein dagin kemur Rokko ikki til venjing,tí pápin vil hava hann at spæla við liði hjá Bayern.
Anja biddarabarn í Moskva
Anja býr úti á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin kemur eitt par at vitja. Tey gera seg til og bjóða vodka, og morgunin eftir vaknar Anja á dúrkinum í einum bili á veg móti Moskva. Bókin er um stríðið hjá Anju fyri at sleppa heim aftur til ommu sína.
Vinur mín Percy, B.B. og eg
Vinur mín Percy, Buffalo Bill og eg, sum Ulf Stark hevur skrivað, er ein skemtilig bók um vinmenninar Ulf og Percy. Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókunum Gandaskógvarnir hjá vini mínum Percy og Vinur mín sjeikurin í Stureby. Í hesi nýggju fer Ulf at halda summarfrí hjá ommu og abba sínum úti á bygd. Seinni kemur Percy at vitja - óboðin væl at merkja. Í fyrstani er Ulf ikki glaður, tí hann hevur sæð eina gentu…
Leikur í talvi
Hesturin og Drongurin, Søgur úr Narnia 3
Tveir rýmingar hittast og sameinast. Teir royna at sleppa undan einum strævnum lívi í trongum korum, men verða ístaðin miðdepul í ræðuligum bardaga. Einum bardaga, ið avger lagnu teirra og lagnu Narnia.
Harry Potter 6
Sætta árið hjá Harry Potter í Hogwarts, fær eina óvanliga byrjan, nú tað rennur saman millum heimarnar hjá muglarum og gandafólkum.
Skammarakríggið
Skal Drakan steðgast, skal tað vera nú. Men Dina heldur, at ætlanin hjá Nico at basa Drakani er vandamikil og ikki skilagóð - og stríðið móti drekaherinum er ikki eitt kríggj, sum kann vinnast bert við at nýta svørð. Bókin er um ein samleikabardaga innan í Dinu, tí hvør er hon í grundini? Umboðar hon tað góða í mammuni ella tað ónda í pápanum? Í hesari bókini verða allar gátur loystar, tó at endin als ikki er tann, vit væntaðu, men tekur okkum heldur heilt á bóli
Tjóvanna harri
Tú ert altso tjóvanna harri, segði hin fremmandi lágmæltur. Ver bara í grímuni, um tú ikki vilt vísa andlitið. Eg síggi kortini, at tú ert ógvuliga ungur.
Leyvan, Gívurin og klædnaskápi, Søgur úr Narnia 2
Lovisa er av óvart komin inn í eitt undurfult land . Men skjótt varnast hon, at hin ræðuliga hvíta gívurin ræður í Narnia, og tey einastu, ið kunnu bjarga landinum, eru Aslan og fýra børn.
Kitlar í búkinum klumpur í hálsinum
Viktor fer beina leið yvir til Alvu. Og so ger hann tað. Hann mussar hana á kjálkan. beint framman fyri øllum flokkinum. Alva og Viktor eru fegin um at hittast aftur eftir summarfrítíðina. Men tað er strævnari at vera saman nú, enn tað var í triðja flokki. Kann kærleikin enda? Og hvussu skalt tú siga øðrum frá tí? Hetta er framhaldið av bókini: Reytt hjarta Bláur firvaldur















