Henda bókin snýr seg bara um seinasta savnið Gudahøvd, har hvør yrking fær sín lut, og beinleiðis og óbeinleiðis tilsipingar verða tiknar fram. Í endanum verður perspektiverað í mun til tey undanfarnu yrkingasøvnini. Millumtekstasambondini fjølgast, jú longri tú kemur út í skaldskapin hjá høvundanum, og tað fevnir líka frá Bíbliuni og Aristoteles til nýggjan føroyskan skaldskap.
Sítt egna rúm, 1929, kannar evnið ‘kvinnur og bókmentir’. Hon lýsir, hvussu kvinnur, gjøgnum tær avmarkingar, sum teimum hava verið settar, hava verið hildnar frá at skriva. At kvinnur, skulu tær verða rithøvundar, mugu hava ráð, t.e. eina ávísa lágmarksinntøku, so at hugur kann ferðast frælsur, og sítt egna rúm, ítøkiliga og - ikki minni – hugmyndafrøðiliga.
Eyðun Andreassen fer aftur um hin fantastiska ævintýrheimin við trøllum, risum, dýrum, ið tosa, umskaptum verum og øllum øðrum gátuførum, ið har er, og finnur meiningar og merkingar frá tíðini tá ævintýrini vóru livandi munnligur skaldskapur á duldum máli, sprottin úr royniligum veruleika hjá frásøgufólkunum.
Bókin sigur í stuttum søguna hjá altjóða krimibókini, og hon tekur eisini saman um føroyska krimiskriving. Meginparturin av bókini snýr seg kortini um bøkurnar hjá høvundanum sjálvum, og hvussu tað bar til, at hann fór undir at skriva krimi. Tað verður somuleiðis sagt frá íblástrinum til til ta einstaku krimisøguna frá Blíð er summarnátt á Føroyalandi 1990 til Prædikarin 2013.