KOKKULÁRAPI er yrkingasavn, sum Alexandur Kristiansen hevur skrivað. Alexandur er orðasnillingur, og tað prógvar hann enn einaferð við hesum savninum - skemtingarsamur og beinrakin!
Bókin er eitt savn av rímum og ramsum, skjaldrum og sangum, og tilfarið er lagt til rættis serliga við máli og málmenning í huga. Ætlanin við bókini er, at øll, sum eru um børnini, brúka hana og á henda hátt stimbra málmenningina hjá børnunum.
Skjaldratingið verður hildið undir heitinum Fótatraðk – ein skjaldratingsseta. Fylgiskjølini eru 89 í tali, umframt eina fløgu við viðmerkingum og upplestri.
Úrval av bestu yrkingunum. Pauli Hansen hevur skrivað nótar til øll løgini og í einum lumma á bakinum er nýggj savnsfløga við teimum bestu sangunum hjá Martini Joensen.