Tey skulu seta sjónleik upp í studentaskúlanum og Lumikki fær høvuðsleiklutin sum Snjóhvíta. Tá ið tey fara undir at venja, byrjar Lumikki at fáa loyndarfull elskhugsboð.Men skjótt broytist elskhugurin til bannseting og ástarorðini til deyðshóttanir. Lumikki noyðist at loysa gátuna og finna út av hvør sendir hóttanirnar, annars endar leikurin kanska við blóðbaði.
Sally Jones og vinur hennara chiefurin eru strandað í Lissabon. Her verða tey vavd inn í eitt smuglaramál, og chiefurin verður ákærdur fyri morðið á Alphonse Morro, hóast hann er ósekur.Nú byrjar ein langur og seigur kampur hjá Sally Jones. Hon má stríðast bæði fyri sínum egna lívi og fyri at fáa chiefin úr fongsli.Hon hevur miklar maktir ímóti sær. Maktir, sum fyri ein hvønn prís vilja dylja loynidómarnir, sum Morro tók við sær í vátu grøv sína, tá ið hann hvarv í Tejo ánni.
Suðurstreymoyar kirkjubók 1757-1851 er eitt nágreiniligt avrit við nútíðarskrift av teimum kirkjubókum, sum havnaprestar hava skrivað um tey, sum í hesum tíðarskeiði búðu í Tórshavnar sókn, sum fevndi um Havnina, Hoyvík, Hvítanes, Argir. Syðradal og Norðadal, Kaldbaks sókn við Kaldbak og Sundi, Nólsoyar sókn, eins og Kirkjubøur, Velbastað, Hesti og Koltri.
Hundrað ára einsemi er søgan um Buendía-ættina og um tann íspunna býin Macondo, ið verður grundaður og fer til grundar saman við ættini. Søgan er um kríggj og kærleika, um longsul og einsemi. Hon er á tremur við ræðandi veruleika og vónleysum hugflogi, alla tíðina á markinum millum søgu og søgn.
Flest øll føroysk børn munnu frá barnsbeini vera lærd, at í Føroyingasøgu er Sigmundur hin reinlynti friðarmaðurin, meðan Tróndur í Gøtu er gandakallur og harðrendur heidningur.Í hesum sjónleiki verður onnur mynd givin av tíðini, tá ið kristindómurin varð borin fram fyri føroyingar:Sigmundur er her umboðsmaður fyri útlendskt vald - Tróndur hann, sum verjir føroyskan sið.
Lærarabók til bókaheildina Rokning 3, sum er til støddfrøði innskúlingini.
Tvær greinir eru innan náttúruvísindi. Anna Maria Fosaa plantufrøðingur hevur grein um árinið av seyðabiti og broyttum veðurlagi á plantuvøkstur í fjallaøkjum.Erla Olsen lívfrøðingur hevur grein um arbuskul soppasamfeløg og sopprótagróður í Magni Mohr hevur skrivað grein um ávirkanina av natriumbikarbonat inntøku á mát fyri kropslig fótbóltsavrik við støði í árinunum av kropsligari venjingarstøðu.
Harry Potter varnast, at hann er dugir ganda. Hann hevur verið illa viðfarin heima hjá stjúkforeldrunum, men tá ið hann kemur á Hogwarts, skúlan fyri gandakynstur og galdralist, ásannar hann undrandi, at hann er víðagitin gandakallur.
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini.
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini.
Evni í hesi bók, er gerandisdagurin hjá samkyndum pørum. Ístaðin fyri at vísa munin millum samkynd og hinskynd, setur Edvard í hesi bók eyga á alt tað vit øll hava til felags og at hava ein gerandisdag við t.d. børnum, arbeiði og frítíð ikki er tengt at kynsbýtinum í hjúnarlagnum. at tað snýr seg um kærleika og at tvey menniskju eru góð við hvønnannan.
Ronaldo er ein av heimsins bestu fótbóltspælarum. Fótbólturin hevur gjørt hann ríkan. Men visti tú, at hann fekk skurðviðgerð í hjarta sum smádrongur? Les um Ronaldo, málini og lívið uttan fyri vøllin.
91 mál. So nógv mál skoraði Messi í 2012. Tað er heimsmet. Les um málini hjá Messi og um Messi sum barn. Og fá at vita, hvussu nógv reyð kort Messi hevur fingið.
Ger vinir tínar bilsnar við hesum frálíku kynstrum við kortum.Vegleiðingarnar, sum eru lættar at fylgja, vísa, hvussu tú finnur fjald kort, avdúkar fýra ess á rað, letur eitt útvalt kort leypa út úr kortunum og mangt, mangt annað.Bókin lærir teg teir týdningarmestu grundsteinarnar í gykli við kortum. Tey lumpisligu blandini,at taka snildisliga av og at geva fimi.Tú kanst lesa um nakrar av heimsins kendastu gyklarum og fáa prei um,hvussu tú kanst gera framførðslur tínar minniligar hjá áskoðarunum.