Brenna deyðagras
Maria vísir Øssuri og Lív, hvussu tey kunnu brenna deyðagras. Eldslogarnir eru smáir, og Øssur stuttleikar sær við at leypa tvørtur um teir. Men tá ið teir stóru dreingirnir koma, missa tey tamarhaldið. Eldslogarnir nærkast skóginum - og trænum, har Baldur stendur bundin!
Úr myrkrinum - Out of darkness (5)
Kinna Poulsen hevur fylgt við listamanninum og ummælt hansara verk í tjúgu ár, og henda bókin er eisini grundað á alt tað, hon hevur skrivað um hann í tíðarskeiðinum 1997-2017. Bókin snýr seg um yrkingar, myndlist og tónleik eftir Tórodd Poulsen, og um hvussu hansara verk hava verið fagnað.
Revur og jólavættur (23)
Náttin er stjørnuklár, og Mikkjal revur smýgur sær fram til garðin, har menniskjuni búgva. Ikki varnast tey, at hann kemur tøssandi - men tað ger garðvætturin. Og hønurnar - nú mugu tær ansa sær! Men jólavætturin blíðkar tann svanga revin og gevur honum burtur av greytinum, sum børnini hava sett til hansara. Spenningur og gandakendur jólahýrur til bæði børn og vaksin.
Færøsk Litteraturs Historie
Færøsk Litteraturs Historie er grundað á meira enn fjøruti ára gransking og skriving um føroyskar bókmentir. Ætlanin er,at tað skal bera øllum til at lesa bókmentasøguna,um somu tíð sum hon er grundað á hollar kanningar. Annað bind, sum fevnir frá 1950 og til í dag kemur væntandi út um gott eitt ár.
Harry Potter 3 v/myndum - og fangin úr Azkaban(6)
Ein brotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla. Harry fær at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey.
Skakandi tilburðir 12 (20)
Í hesi bókini eru fjúrtan frásagnir:Eitt nú sigur hvalbingur frá hending úti í Lítlu Dímun, tá ið hann var ungur, hvar tað stóð illa til, tí menninir sluppu ikki av aftur oynni. Sagt verður frá smádreingi í Sørvági, sum misti lívið av mortergranat. Strandingur, sum var raktur av hørðum ravmagnsstoyti. Skelkandi hending við Eysturgrønland, har skiparin fór í havið og kom fyri skrúvuna.
Samfelagið - og eg, Læraravegl
Læraravegleiðingin til Samfelagið og eg er ætlað sum ígongdsetari og eyka tilfar til læraran. Endamálið við øllum tilfarinum er, at við næmingabókini, undirvísingargongdunum á Snar og læraravegleiðingini, hevur lærarin tilfar, honum tørvar fyri at fylgja námsætlanini í Samfelagsfrøði. Í læraravegleiðingini snýr ein partur seg eisini um, hvussu lærarar kunnu leggja næmingunum lag á at lesa fakligan tekst, so úrtøkan verður góð.
Leikrit 24, Eitt ódnarkvøld
Leikurin kann væl verða nevndur samtíðarleikur; ið hvussu so er lýsir hann væl huglagið hesi døpru árini um 1930, tá ið búskapurin raplaði, bátsvanlukkur ikki vóru óvanligar, og feigdarboð ofta bórust av íslandsmiðum, har føroyskar sluppir, oftast gomul før, royndu heilt frá seinast í februar og út í oktobur mánað.
Heimurin, ið var (14)
Undirgangssøgan hjá Zweig er ein ávaring til okkara egnu tíð. Henda bókin er ikki bara undirgangssøga um Evropa, men ein skakandi vitnisburður um, hvussu djúpt vit kunnu søkka - og hvussu ófatiliga skjótt tað kann ganga.
Her ruggar ikki rætt
Skilnaðarskaldsøgan hjá Martinu Haag lýsir bæði vónloysið og øðina við at missa tann, ein elskar, men eisini at tá ið myrkast sær út, kemur tú kortini upp aftur í vatnskorpuna. Hon fer burtur og roynir at skriva seg burtur úr støðuni, men hon borar seg bara djúpari og djúpari niður í reyðpuntuta jakkan hjá fyrrverandi manni sínum.
Billie. Fráferð 9:42 til nýggja lívið (50)
Fosturfamiljan hjá Billie býr í einum brúnum húsum í Búkróki. Billie kemur úr Stockholm, og staðið, har hon skal vera, er so lítið, at hon veit næstan ikki av, at tey eru frammi, tá ið bilurin bremsar.Billie er ein ørðvísi genta enn tær,sum búgva í Búkróki,hon hevur sín egna vilja og er altíð í góðum lag,sjálvt um umstøðurnar ikki eru so framúr góðar.Og so er okkurt løgið við hesari prestafamiljuni í Búkróki,tað er so kalt inni, og øll eru so álvarsom og Billie er forvitin.
Kryptalportalurin 2
William er aftur á Læristovninum. Her er alt øðrvísi: Her eru portursbann og vaktir allastaðni. So fer ymiskt løgið at henda. Hví fær William hesi sterku herðindini? Og hvør er hesin myrki skapningurin, sum roynir at koma í samband við hann? Alt førir fram ímóti kryptalportalinum. Men hvat er har í grundini?
Náttarskrímslið
Á degnum, tá ið Frank fyllir níggju ár, hendir nakað, sum broytir lív hansara. Tann lítli, ullinti hundurin hjá grannanum, Uffi, verður so uppøstur, at hann bítur Frank í fingurin, og so fer Frank at droyma løgnar dreymar. Í dreymi hevur hann skinn um allan kroppin, og hann rennur í skóginum á fýra beinum. Tað einasta, hann vil, er at blíva kíndur. Men hví blíva øll so bangin?
Rokning 4, avritsmappa
Rokning 4, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki.
Gloria og Soria Moria
Gloria er og vitjar abban á Mjólkarvegi 18. Tey drekka heitt kakao við róma í og eta nýbakaðar bollar, sum abbin hevur bakað.Gloria hugsar ikki um annað enn, at hon vil gerast sirkusgenta, og tað heldur abbin vera eitt frálíkt hugskot. Úti í urtagarðinum hjá abbanum stendur ein spildurnýggj trampolin. Hana hevur abbin sett upp til sirkusgentuna, Gloriu.















