Jakobina stúrir fyri so øgiliga nógvum.Hevur hon latið nóg nógvar rosinur í kakuna?Og hvat nú um sólin ikki rísur í morgin,ella eitt flogfar dettur niður í radisubeðið?Men ein morgun finnur hon ein neyðarsligan kvørkveggjuunga úti í garðinum.Og tá fær hon veruliga eina góða orsøk til at stúra!Hetta verður ein herlig tíð hjá Jakobinu,og Jákup hevur ongantíð sæð hana smílst so loyndarfult áður.
Á nýggjárinum vóru 50 ár síðani Jógvan Arge byrjaði sum journalistur. Fyrstu árini var hann næmingur á størstu donsku tíðindastovuni Ritzaus Bureau í hjartanum í Keypmannahavn. Síðani hevur hann verið í føstum starvi í Útvarpi og Kringvarpi Føroya til 30. juni 2017.
Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í fjórða. Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur. Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum partarnir í næmingabókini: Ótrúligt, Søga mín, Endaleys vitan, Unnustur og ræðuskítar, Orðafjas og Litirnir tala.
Eitt, sum hevur hugtikið okkara ættarlið nógv, eru tey mongu staðarnøvnini, sum forfedrar okkara hava nýtt bæði í bø, haga og fram við landi.Tað var av stórum týdningi í dagligari talu at kunna staðfesta tey ymisku støð-ini við navni,tá ið greitt varð frá,hvar ið ein seyður seinast var sæddur, ella hvar hann lá, og somuleiðis at kunna samskifta um ymisk onnur viðurskifti.Eisini hevur tað verið meira viðkomandi fyri føroyingin fyrr at kenna hesi staðarnøvn, enn tað er nú á døgum.
Prædikur til báðar textarøðirnar í kirkjuárinum
1. Syng Meg Heim2 . Avstað 3. Hvíta Ripan 4. Barasta Hoyra Teg 5. Kom Nú Sól 6. Úr Skýmingini 7. Gangi Í Regni 8. Brátt Aftur Sólin Sær 9. Rósurnar Vaksa 10. Góða Nátt Bonus track: 11. Jólasangur Til Hina Helvtina
Øll hava tørv á einum fjalli at fara niðan á. Einum fjalli úti í Guds fríðu náttúru,har luftin er rein, útsýnið er gott og friður valdar.Ella einum fjalli í fluttari merking,einum staði,har tað er hvíld og nýggj orka.Einari løtu í gerandisdegnum, í kvirru, við einum væl mæltum orði til umhugsanar, kveikingar og íbirtingar.
Í bókini, sum nevnist Bók Jógvan og telur 451 bls., eru 29 javnlíkamettar greinir eftir føroysk og útlendsk vísindafólk um fjølbroytt evni av málsligum og bókmentaligum slag. Greinirnar eru skrivaðar á 6 ymiskum tungumálum.9 greinir eru á føroyskum, 7 á norskum,6 á íslendskum, 4 á donskum, tvær á enskum og ein á svenskum.Innihaldsliga fevnir bókin ógvuliga víða.Greinir eru um rúnir, kvæði og tættir.
William Hammer er blivin sendur vestur á flogvøllin at arbeiða í einum ikki skipaðum starvi innan løgregluna.Fær bara at vita,at hann kann hjálpa til við trygdarkanningum av ferðafólki,og um tollararnir hava brúk fyri eini hjálpandi hond,so kann hann veita teimum hana.Myndugleikarnir í Havn vilja bara sleppa av við hann.William er fullkomiliga líkaglaður,tí eftir at unnustan hjá honum og komandi barnið blivu sprongd í luftina, ger einki honum mun.
Sjáldsamt er at síggja føroyskar upprunaleikir á palli.Eitt sindur løgið,tí fyrstu prosaverk,ið skrivað vórðu á føroyskum,vóru júst sjónleikir,og fáur man duga at ímynda sær,hvør stórhending tað hevur verið at hoyra føroyskt mál av palli-fyrstu ferð í 1889.Tá høvdu havnarfólk heilt frá døgum Svabos-tað er frá seinu helvt av 18.øld-leikt um 40 leikir í høvuðsstaðnum á donskum.Lætt er heldur ikki at fáa hendur á hesum leikum, sum eru á prent í bløðum, tíðarritum og bókum. sum ikki longur fáast.
Lærarabók 4b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Sum smádrongur minnist eg væl, tá bókin Víkingasynir kom út í 1947. Pápi varð biðin um at selja bókina í heimbygdini. Beiggi mín og eg fóru við pápa í øll húsini og eg minnist, at bókin var seld í hvørjum húsi. Um kvøldarnar plagdu vit børn at blaða í bókini,og serliga minnist eg, hvussu vøkur vit hildu øll skipini vera,men tá pápi fortaldi okkum,at øll skipini,ið stóðu í bókini vóru søkt og næstan allir menninir vóru deyðir,blivu vit sera hugtungir.Eitt av hesum skipum var Nýggjaberg úr Miðvági
Søgan hjá Føroya Handverkarafelag er hendingarík, og onkrar rokaligar hendingar hava verið í søgu felagsins. Í 1997 tók seg upp ósemja millum limafeløgini í Føroya Handverkarafelag,sum endaðu við,at trý limafeløg tóku seg úr meginfelagnum og stovnaðu sítt egna meginfelag.Og seinni fór eitt limafelag aftrat úr gamla meginfelagnum. Føroya Handverkarafelag, sum nú ikki umboðar øll handverkarafeløgini, er tó framvegis eitt virkið fakfelag.