Mumibowling
Stuttligt bovlingspæl úr bleytum tilfari við mumitrøllum á. Tað eru 6 bleytar keylur og tveir bóltar í taskuni. Á øllum lutunum eru fittar myndir av mumitrøllunum og vinum teirra. Tað er stuttligt at spæla, og barnið mennir samstundis motorikk og lærir um um tøl og litir. Taskan er 21x25x13.5 cm til støddar. Hóskar til børn, sum eru 1 ár og eldri.
SKOMM, sesong 4: Sana
Í hesi bókini eru senur, sum ongantíð vórðu tiknar upp, samrøður, ið seinni vórðu tiknar burtur, umframt viðmerkingar og hugarok hjá Juliu Andem, leikritahøvundi. Hetta er handritið til fjórðu sesong av SKOMM, júst sum tað upprunaliga varð skrivað.
SKOMM, sesong 3: Ísak
Í hesi bókini eru senur, sum ongantíð vórðu tiknar upp, samrøður, ið seinni vórðu tiknar burtur, umframt viðmerkingar og hugarok hjá Juliu Andem, leikritahøvundi. Hetta er handritið til triðju sesong av SKOMM, júst sum tað upprunaliga varð skrivað.
Varaprinsessa Andersen
Summi børn eru friðarlig, og teimum dámar ikki at tosa hart, at standa á einum palli, ella tá øll hyggja at teimum. Soleiðis er Lisa Andersen. Hon stúrir fyri síðsta skúladegi og sjónleikinum, sum flokkurin skal framføra. Tíbetur skal hon einki siga, tí hon skal bara vera afturparturin á einum hesti. Men so hendir tað, sum ikki má henda. Helena fær heilaskjálvta. Og Lisa, sum er varaprinsessa, noyðist at spæla prinsessa í sjónleikinum.
Tann lítla bókin um stórar kenslur
. Í bókini eru uppskot um samrøður og spøl at hjálpa barninum, í samband við ymsar kenslur og ósemjur, sum barnið upplivir í sínum lívi og gerandisdegi. Bókin ger tað lættari hjá tær at tosa um kenslur við barnið, sum tú lesur saman við, ikki bert tá ið tit lesa hesa bókina, men eisini, tá ið tit lesa aðrar bøkur.
Klukkustríðið (30)
Úr einari loyniligari vistfrøðiskipan í frumskóginum ætlar Lucretia Cutter at sleppa óreinskapi leysum í verðini. Um Darkus, Virginia og Bertolt ikki megna at finna ein máta at steðga henni, fer hon at savna ein her av risavaksnum frankensteinklukkum , sum fer at gera, at jørðin ongantíð verður tann sama aftur. Menniskju eru hótt. Framtíðin er treytað av trimum børnum og teirra klukkum …
Stormfuglar (38)
Stormfuglar er skakandi søga um ein bardaga, sum íslendskir sjómenn høvdu við himmalsins ódnarveður í tríggjar dagar á Nýfundnalandsleiðunum í februar mánaði 1956. Hetta er skaldsøga, ið byggir á veruligar tilburðir. Bókin er ógviliga viðkomandi fyri føroyskar sjómenn, tí mangir teirra vóru staddir í hesum veruleika hesi ræðuligu samdøgrini, meðan illveðrið herjaði. Hetta er bók, sum føroyskir sjómenn kenna seg aftur í.
Dýrd himinsins
Dýrd himinsins fylgir skaldinum Ólavi Kárasyni ljósvíkingi longur fram á leið. Hann er nú vaksin maður, nýkomin úr fangatippi, har hann hevur sitið í samfull seks ár, tí hann hevur gjørt seg kynsliga, men óavvitað, inn á eina av skúlagentunum í bygdini, har hann eitt skifti var vikarur.
Ævisøgan um monologin (29)
Tekstasavnið er sett saman av hugleiðingum, brøvum, dagbókasíðum, ummælum av almennum WC’um, stuttsøgum, yrkingum o.ø., sum lýsa lív og áskoðan rithøvundsins. Tilfarið er skrivað í tíðarskeiðnum 1983-2019.
Grønlendskir norðbúgvar (19)
Hvat ið varð av norðbúgvum, sum vóru eitt skipað samfelag í Grønlandi í uml. 500 ár, eru granskarar ikki samdir um. Í hesi bók eru lagdar fram greiðar ábendingar um, at sjórænarar beindu fyri teimum.
Mín jólabók 2019 (21)
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Í hesi sælu jólatíð, fløga
13 jólasálmar
Staldkonens datter
Med sin rige og dybtgående imagination belyser Absalon Absalonsen Færøernes forhold i en periode, der var præget af fattigdom, armod og hungersnød samt en hæderlig skildring af færingernes gudstro og en næstekærlighed, der formåede at vinde over ondskaben.















