Úr einari loyniligari vistfrøðiskipan í frumskóginum ætlar Lucretia Cutter at sleppa óreinskapi leysum í verðini. Um Darkus, Virginia og Bertolt ikki megna at finna ein máta at steðga henni, fer hon at savna ein her av risavaksnum frankensteinklukkum , sum fer at gera, at jørðin ongantíð verður tann sama aftur. Menniskju eru hótt. Framtíðin er treytað av trimum børnum og teirra klukkum …
Stormfuglar er skakandi søga um ein bardaga, sum íslendskir sjómenn høvdu við himmalsins ódnarveður í tríggjar dagar á Nýfundnalandsleiðunum í februar mánaði 1956. Hetta er skaldsøga, ið byggir á veruligar tilburðir. Bókin er ógviliga viðkomandi fyri føroyskar sjómenn, tí mangir teirra vóru staddir í hesum veruleika hesi ræðuligu samdøgrini, meðan illveðrið herjaði. Hetta er bók, sum føroyskir sjómenn kenna seg aftur í.
Dýrd himinsins fylgir skaldinum Ólavi Kárasyni ljósvíkingi longur fram á leið. Hann er nú vaksin maður, nýkomin úr fangatippi, har hann hevur sitið í samfull seks ár, tí hann hevur gjørt seg kynsliga, men óavvitað, inn á eina av skúlagentunum í bygdini, har hann eitt skifti var vikarur.
Tekstasavnið er sett saman av hugleiðingum, brøvum, dagbókasíðum, ummælum av almennum WC’um, stuttsøgum, yrkingum o.ø., sum lýsa lív og áskoðan rithøvundsins. Tilfarið er skrivað í tíðarskeiðnum 1983-2019.
Hvat ið varð av norðbúgvum, sum vóru eitt skipað samfelag í Grønlandi í uml. 500 ár, eru granskarar ikki samdir um. Í hesi bók eru lagdar fram greiðar ábendingar um, at sjórænarar beindu fyri teimum.
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
13 jólasálmar
Med sin rige og dybtgående imagination belyser Absalon Absalonsen Færøernes forhold i en periode, der var præget af fattigdom, armod og hungersnød samt en hæderlig skildring af færingernes gudstro og en næstekærlighed, der formåede at vinde over ondskaben.
Ein syrgiligur tilburður setur gongd á skaldsøguna. Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum. Ikki óvanligt fyri stórt hundrað árum síðan. Sorgin verður tagd burtur. Pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga ymist hjá teimum. Hetta er seinast í 19. øld, og allar rembingarnar í átrúnaði, politikki, fakfelagspolitikki og mentan,ið vóru um aldarskiftið,verða flættaðar inn í hesar lagnulýsingar–m.a. tann harðrendi Axel Fr. Moe,sum Dansk Indre Mission sendi til Føroya.
21. september 2017 bleiv Betri Banki meldaður til fútan undir illgruna fyri brot á grein 139 í skattalógini, sum snýr seg um skattasvik, í sambandi við sonevnda Skattamálið. Tveir mánaðir seinni kunngjørdi Politiið í Føroyum, at áheitan var send til Bakmanspolitiið um at vera við í kanningunum av Betri Banka. Tvær vikur seinni fekk tíðindaleiðarin í KvF, sum hevði havt ábyrgd av avdúkingunum, uppsagnarskriv.
VIRUS eitur stuttsøgusavn eftir Sámal Soll. Søgurnar í savninum venda sær til ung og vaksin og søgurnar fevna víða í innihaldi – frá tí spennandi til tað óhugnaliga – og flestu teirra viðgera lívið á sosialu miðlunum í Føroyum í dag.
Greitt verður frá, hvussu tað eydnaðist Havnar Sjónleikarfelag at fáa bygt Sjónleikarhúsið, og søgan um virksemið í húsinum verður fylgd gjøgnum bæði ringar og góðar tíðir, bretska hersetingin og mangt annað fram til 1951, tá ið formaðurin Hans Andrias Djurhuus doyði. Um tíðina eftir 1951 greiða fyrrverandi formenn og onnur frá sínari tíð í Havnar Sjónleikarafelag. Aftast í bókini er yvirlit yvir leikir.
Frásagnir um ymiskt, sum fólk hava upplivað, t.d. fyriboðan og ávaring,
Endurminningar frá barna- og ungdómsárunum í 50'unum og 60'unum í Havn, Kaldbak og í Danmark.
Greinir, ið Jørgen-Frantz skrivaði millum 1925 og 1936. Ikki fyrr útkomnar í bók, og gera myndina av rithøvunda Barbaru meira fullfíggjaða.
Vit eru stødd í Írlandi í tíggjundu øld. Patrik og Sunniva spæla á bønum og skjóta við boga inni í loyndarfulla skóginum. Hetta var besta summarið, fólk vistu um. Men so hendi tað. Fremmandir hermenn stevna á ræðandi drekum inn móti írsku strondini. Hermenninir tysja í land:teir brenna kleystrið,drepa nakrar munkar og ræna dýrgripir.Fólk flýggja ræðslusligin.Brádliga minnast børnini fylið, sum stendur tjóðrað í garðinum.Tey venda við og sleppa fylinum burtur,men nú varnast teir fremmandu børnini