Tematiskt heilskapað yrkingasavn, tað mesta skrivað eftir februar 2020. Sjálvt um yrkingar í hesum savni við undirheiti krúnuljóð hava víðari perspektiv enn bara tað, kunnu tær vera lisnar sum skaldslig viðmerking til hetta sermerkta tíðarbilið. Men tær knýta eisini margtýdd sambond við onnur tíðarskeið, átøkar tilburðir og líknandi løtur.
Fuglurin sigur: „Eitt skald, sum ikki kann flúgva, er ikki skald,“ og skaldið svarar: „Ein fuglur, sum ikki dugir at yrkja, er ikki fuglur.“ „Skulu vit ikki býta um? Eg flúgvi. Tú yrkir.“
Kvartettirnar eru ein trúarlig og andlig kanningarferð í anda Dantes gjøgnum evropiska mentahevd og søgu. Skaldið leitar støðugt aftur til eina byrjan, sum er kend og samstundis nýggj og dvølur við teir stóru spurningarnar í veranum, við sjálva tíðina, við Guð, við deyðan og meiningina við lívinum.
Brá eigur eitt ross. Tað eitur glæma. Men ein dagin er Glæma ikki í girðingini. Hon er rýmd saman við Rósu. Brá og pápin leita. Munnu tey finna Rósu og Glæmu aftur?
Brá eigur eitt ross. Tað etiru Glæma. Brá og Glæma skulu í ríðiskúla Brá er eitt sindur stúrin. Tí nógv er, sum hon skal læra. Man tað fara at ganga væl?
Eg eiti Lea, og hvølpurin hjá mær eitur Heykur. Eg elski hann yvir alt í verðini, sjálvt um hann ger fortreð viðhvørt. Tá ið hann bítur í fjarstýringina, verður mamma ørg. Heykur má í skúla at læra at akta.
Tá ið Tornarósa verður doypt, gloyma kongur og drotning at bjóða einum sera týdningarmiklum gesti - tí einu álvuni. Sekstan ár seinni gongur ynski hjá hesi óndu álvu út...
Eru rottur nakrantíð ákærdar fyri stuldur og hóttar við deyðarevsing í einum vanligum dómstóli? Er ein ósløkkjandi, brennandi steinur til? Eru børn fødd í rúmdini, og vóru tað vaksin, sum fyrst brúktu suttu? Her eru 14 spennandi og løgnar søgur. Les, hugsa, met um royn so at gita, hvør søga er røtt, og hvør er rong. Tann, sum ljóðar sonn, kann vera rong, og tann, sum ljóðar rong, kann verða røtt.At enda fært tú hugskot til, hvussu tú kanst gera tína egnu rongu ella røttu søgu.
Tá ið hann vaknaði aftur, var hann umgirdur av sera ringum lukti. Alt var myrkt rundan um hann, og hann helt, at hann var vorðin blindur. Men tað kendist so løgið, tí beinini vóru í vatni, men kroppurin kendist turrur. Turrur, men fullur í slími. Okkurt tungt trýsti á búkin og um at vita, hvat var hent, og hvar hann var, eydnaðist tað honum at lyfta hondina og føla, hvat tað var, ið var hent. Hann var fangaður í kjaftinum á áarrossinum!
16 ára gamli Ilias býr í einari flóttafólkamóttøku saman við níggju ára gomlu systur síni, Amiru. Ein dagin hendir nakað, sum ger tað vandamikið at verða verandi. Systkini noyðast at flýggja út í ta myrku náttina. Vindurin er ísakaldur, og tey hava skund. Skjótt hoyra tey kavaskutaran, sum er eftir Iliasi. Hvør kann hjálpa teimum ígjøgnum ta frystu´vetrarnáttina?
Øll í Rosenhill eru skelkað. Sjey børn eru horvin sporleyst, og fólk eru bæði bangin og ill. Hví gera løgreglan og Reyði skorturin einki? Kann býurin ikki líta á sína superhetju, nú tá tey veruliga hava tørv á henni? Í loyndum arbeiða Lisa og liðfelagar hennara hart, og tey hava funnið spor og ábendingar. men okkurt ruggar ikki rætt ...
Eitt ógvisligt og skeivt ævintýr um knappliga at enda í eini aðrari familju. Og hvør veit, tað er kanska ikki so galið, sum tú heldur? Tað kundi hent, at tað er tað stuttligasta, sum er hent tær í langa tíð! Familjan hjá Vilju vil onki stuttligt gera í summarferiuni. Tað stuttligasta, sum hendir, er, at tey skulu fara við bilinum at vitja ommuna. Og tað er ávegis hagar, at tað hendir. Ein rænarabilur forðar teimum á vegnum.
HIlda og Monsi eru vinir. Men ein dagin hvørvur Monsi inn í Álvaheyggj....
Beinta livdi um ár 1700 og hevði eina sjaldsama vakra útstráling. Sagt var, at ‘hun var kongedatter’. Søgan um Beintu, er søgan um hendingaríka lívið hjá eini sterkari og sjálvbjargnari kvinnu í eini av harðastu tíðum í Føroya søgu.
Ein bróðir doyr, og Bók um sorg (Søgan um Nils í skóginum) er søgan um familjuna, ið situr eftir. Um eina mammu, sum bara grætur, um ein pápa, ið ikki er til staðar, um systkin, ið royna at skilja. Skaranger skrivar rátt og nemandi um at bjarga lívi og ábyrgd. Hon skrivar um ørkymlan og øði, men eisini um kærleika, vón og ljósið, ið er.