Hvat er loyndarmálið við Bermudatríhyrninginum? Hvussu bar tað til, at Frælsisgudinnan hvarv? Hvat gjørdi gandakallurin Jasper Maskelyne fyri at lumpa nasistarnar? Í hesari bókini eru átjan gátuførar søgur úr veruleikanum. Tær eru sagdar sum gátur, so vita, um tú klárar at loysa tær. Les, hygg og gita.
Tann óndi sjeriffurin í Nottingham er so ríkur, at hann kann gerast kongur. Bara ein maður kann steðga honum - tað er tann djarvi friðloysingurin, Robin Hood. Men fer tað at eydnast Robini Hood at bróta inn í borgina hjá sjeriffinum og stjala alt ríkidømið hjá sjeriffinum?
Hvat verða kavbátar brúktir til? Nær vóru fyrstu kavbátarnir bygdir? Hvussu sleppur manningin til rýmingar, um okkurt er áfatt? Og hvussu gjørdu kavbátar sítt til at vinna báðar heimsbardagarnar? Her kanst tú lesa um ymisk sløg av kavbátum, frá kjarnorkuriknum risum til evarska lítil robottfør. Tú kanst lesa um spennandi tilveruna umborð á kavbáti og falda síðurnar út, so tú sært ein kjarnorkuriknan kavbát innan.
Nær sigldu fyrstu bardagaskipini í kríggj? Hvussu skjótt kunnu herskip sigla tvørtur um aldur? Hvørji fyri vápn eru umborð á herskipum? Hvat er størsta herskipið á sjónum? Frá sjóbardøgum til nútímans stríð við tøkni - í øldir hava herskip rátt á heimsins høvum. í hesi bókini sleppur tú umborð á kendastu herskipini í heiminum.
Í alt eru 13 hendingar ymsa staðni úr landinum. Les um: - sumbing, sum fór á glið í brattlendi, men urreimin bjargaði honum - vestmenning, sum var einsamallur í báti og slongdist fyri borð -klaksvíking, sum varð tikin til fanga í Persiska flógvan -klaksvíking, sum varð tikin til fanga í Persiska flógvanum - fuglfirðing, sum fekk varandi mein, tí seyður leyp út fyri bilin Nógvar myndir eru í bókini, umframt ein tekning til hvørja frásøgu, sum vísir hendingina.
Alda hevur afturvendandi marrur um systur sína, ið tók lívið av sær. Um alt blóðið í baðikarinum og henda rama luktin. Alda má læra seg at finna stevið eftir hesa ræðuligu hending. Men tankin, ið alla tíðina vitjar aftur, er: hví tók Brynja, henda lívsglaða gentan lívið av sær? Hvat var tað, ið hendi?
Johan Andreas Godtfred vanliga nevndur Dias á Heyggi livdi frá 1879 til 1968. Hann var í síni tíð kendur sum skipari og vinnulívsmaður og virkin í Brøðrasamkomuni. Hesum greiðir Absalon væl frá. Millum frásagnirnar eru nógvar, sum ikki hava verið frammi fyrr. Tað er sera heppið, at hesar nú eru varðveittar fyri eftirtíðina.
1983: Stovna felag og gera sáttmála ; 1988-1989: Samstørv og stríðsvápn ; 1990-1994: Kreppa og lønarniðurskurður ; 1995-1996: Túsundtals alment lønt í verkfall ; 1997-1999 Loksins aftur lønarhækking ; 2000-2003: Frá bachelorum til doktarar ; 2004-2008: Á veg móti samanlegging ; 2008-2010: Akademikarafelag Føroya stovnað ; 2011-2016: Millum upprunafelag og meginfelag ; 2016-2021: Økt virksemi og nýtt tíðarrit ; Nevndir í Magistarafelag Føroya
Skål for os der hver dag stadigvæk forsøger at gøre vores bedste vores sidste. Der lever i nuet, selvom mørket glor. Der dør i verden i håb om en himmel et eller andet sted. Der ikke er til stede men alligevel inderligt åndelige. Der leder efter en mening i dagen, selvom natten altid kræver halvdelen.
Hvat hendir, tá ið aldurin liðar tilvitið sundur, so tað alt í einum liggur sum eitt hálvlagt putlispæl í høvdinum við mongum villfremmandum brotum? Hetta er lívssøgan hjá eini eldri kvinnu, eins og hon minnist hana í sínum viknaða sinnisliga tilstandi, einsamøll og yvirgivin í eini íbúð onkustaðni í miðbýnum í Havn. Tað skýmir fyri endanum. Ymiskt burturtrokað streingir á og heimsøkir hana fyri tað ógjørda í lívinum og forsømda, ikki síðst kærleikan.
Tveir vinmenn fara á flot saman. Teir ætla sær at fiska hákelling. Teir eru í gummibáti, væl útgjørdir við ketum og veiri og hava rotið neytahøvd til agn. Meðan teir bíða – mangar og langar løtur allar ársins tíðir – siga teir søgur um hákellingar, greina lívið í sjónum, hugleiða um stórt og smátt, tosa um sjógransking, vísindaligar hetjur, yrkjarar, listafólk, endaleysa stjørnuhimmalin og havdýpið undir okkum – upphavið til alt. Men kortini mest um hákellingina.
Í hesum seinna bindinum verður greitt frá virkseminum hjá felagnum, sum legði stóran dent á at fáa allar handverkarar í Havn skrásettar sum limir og eisini teir í almennum størvum og útlendingar, sum starvaðust sum handverkarar í Føroyum. Bókin viðger eitt nú eitt stríðsmál í seinnu helvt av 1990’unum við meistarafeløgini um stýring og leiðslu á Tekniska Skúla í Havn.
Útvarpsmaðurin Páll Hansen doyr fyri opnari mikrofon undir døgurðatíðindunum. Ein bankaránari verður funnin hongdur í klivanum á politistøðini.