, ,

Tvassa og Tvøri (30)

Í hesi fittu søgu næstan alt ber til, Tvøri koyrir bát og Tvassa siglir bil. Kópur hann vil lesa, at trilla músin fer. Hvalurin og kúgvin spæla saman her.

175,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Altartalvan (26)

Altartalvan Tann heilaga Kvøldmáltíðin frá 1647 hvørvur úr Havnar Kirkju, meðan ramman stendur eftir. Á baksíðuni á hesari er ein gamal skurður inn í viðin, IHS. Hevur tað samband við vitjan av einum jesuitti í 1600-talinum? Tá ið danski stjórin á Listasavninum stutt seinni verður funnin krossfestur á norðurbróstinum í kirkjuni, tysja spurningarnir fram. Hannis Martinsson við sínum trúgvu hjálparmonnum Edmundi West og Haraldi í Sátudali royna at fáa skil á fløkjuni.

298,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Fuglurin Oskar

Kanska tú ikki kennir Oskar, men eg vænti, at tú kennir onkran, sum líkist Oskari ella onkrum av teimum, sum tú hoyrir um í søguni um Oskar. Hugsa tær, um tú dugdi at skilja fuglamál.... ella um tú dugdi at flúgva... ella um ... ja, tað kundi verið so nógv, sum hevði verið stuttligt at duga. Eg veit, at Oskar er øgiliga spentur at hitta teg. hann hevur nógv at tosa við teg um og nógv at vísa tær. Hugna tær og minst til at flenna eitt sindur hvønn dag. Tað veit eg, at Oskar ger.

119,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hvíldarheimið, mp3

Hannis Martinsson er eftir skurðvigerð komin á Hvíldarheimið. Hann fær at vita, at ein maður, sum hevði samband við bumbuatsóknina móti løgtingshúsinum í septembur 1945, bleiv myrdur á stovninum stutt aftaná. Ein lívshættisligur leikur fer nú í gongd

249,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Loynigentan, mp3

Alda hevur afturvendandi marrur um systur sína, ið tók lívið av sær. Um alt blóðið í baðikarinum og henda rama luktin. Alda má læra seg at finna stevið eftir hesa ræðuligu hending. Men tankin, ið alla tíðina vitjar aftur, er: hví tók Brynja, henda lívsglaða gentan lívið av sær? Hvat var tað, ið hendi?

249,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Rógvi og náttarravnur (33)

Rógvi dámar væl myrkur. Náttin er so gátufull og spennandi. Seint eitt kvøldið flýgur ein náttarravnur framvið. Saman fara teir eina ævintýrferð.

175,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Dropar -Droplets (16)

”Ein dropi er einki uttan trúnna á havið” letur í ánni, sum veksur í vavi ”Havið er einki uttan trúnna á dropan” teskar dýpið, sum rísur úr kavi

348,00 kr.
Legg í kurv