“Kom og rokna” er til forskúla og grunddeild. Bøkurnar hava einfaldar og stuttligar uppgávur, sum hækka í torleikastigi – sum er frámerkt við stjørnum. Tilfarið kann verða nýtt sum innleiðsla til ymisk evni, t.d. tøl, pluss, minus, falda, býta, hagfrøði og krossskipan. Bøkurnar kunnu eisini verða brúktar sum eykatilfar til næmingar, ið antin duga væl og skulu hava serligar avbjóðingar – ella næmingar, sum skulu venja ávísar støddfrøðiligar førleikar.
Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál. Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2. HEY! Føroyar – rættur og rættindi er 10. og seinasta heftið í røðini.
Savnið fevnir um 48 danskar, norskar og svenskar yrkingar, sum eru týddar til føroyskt. Ikki so fáar teirra eru klassiskar yrkingar eftir eitt nú H.C.andersen, Steen Steensen Blicher, B.S.Ingemann, J.L.Heiberg, Kaj Munk, Christian Richardt, Peter Silve, Johan Skjoldborg og Christian Winther. Valdar eru yrkingar, sum eru væl yrktar og hava í sær góðar orðmyndir og hava nakað at siga okkum nútíðarlesarum.
Plakatin vendir sær til allar lærarar við góðum ráðum um, hvussu flokslærarin og toymið umframt flokkurin kunnu taka ímóti nýggjum fleirmæltum næmingi, soleiðis at hann ella hon fær eina so góða skúlabyrjan sum møguligt bæði fakliga og sosialt. Á plakatini er fakligur keldulisti, sum plakatin byggir á. Durita J. Jacobsen, FSA lærari, hevur staðið fyri arbeiðinum.
Grundbókin er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 9. flokki.
Í Enskt 4 venja tit at samskifta á ymiskum pallum. Støðið á tekstunum hækkar ígjøgnum bókina, tekstirnir hóska til aldurin og hava evni, sum gera tað lætt at læra enskt. Í Enskt 4 Workbook eru: - ymiskar uppgávur knýttar at evnunum og tekstunum í lesibókini - mállærusíður við reglum og uppgávum
Í Enskt 4, venja tit at samskifta á ymiskum pallum. Støðið á tekstunum hækkar ígjøgnum bókina, tekstirnir hóska til aldurin og hava evni, sum gera tað lætt at læra enskt. Í Enskt 4 Textbook eru: - næmingavinarlig evni - somu inngangir í hvørjum evni - næmingalagaðir tekstir og uppgávur á trimum torleikastigum - litríkar og stuðlandi myndir Bæði tekstir og myndir geva íblástur at lesa meira og at tosa saman á enskum.
Øll hava brúk fyri møguleikanum at skylda upp á onkran annan. Og hevur mann eingi systkin, má mann sláa seg til tols við ein frens, sum tíbetur hvørki slatrar ella hevnir seg. Ella ger hann? Ein ræðuliga stuttlig teknirøð um dreingin Sívar og Lortafrens, sum eru í óendaligum bardaga. Lortafrensur vil nevnliga ikki finna seg í at vera syndabukkur og ger av at beina fyri Sívari. Men tað er ikki lætt. Mest tí at lortafrensur í loyndum elskar Sívar. Ella í hvussu so er elskar at hata hann.
Ver glaður fyri hvønn ein dag og fyri lívsins sømd og lag Tí lívið lutar forløg mong og mangur svangur fer í song Ver glaður kæri vinur mín at Føroyaland er gáva tín Ver glaður um hvat fyriferst av góðum og ei klaga bert Ver glaður fyri tað tú fært og brátt eitt annað ljós tú sært Ver glaður tú og gávur gev og tú skalt kenna lívsins stev