Venja býr avbyrgd á einum stórum slotti. Hennara einasti vinur, barnagentan Inga, er horvin. Venja hevur sett sær fyri at finna hana. Og lítli íkornin, Píl, hjálpir henni. Meðan hon leitar, kemur hon á ókendar leiðir, og hon fær varhugan av, at okkurt er fjalt fyri sær.... Røðin um Venju er eitt lættlisið ævintýr. Tað er gandakent og spennandi við døprum loyndarmálum. Hetta er bók nummar 2 av 6 bókum.
Í bókini eru seks ymiskar søgur úr ymsum londum. Søgurnar eru 1. Songo úr Afrika, 2. Sungli úr Kina, 3. Hassan úr Arabia, 4. Sita úr India, 5. Mali úr Grønlandi, 6. Nokoma úr Amerika.
Asta skal byrja í triðja flokki í Gívraskúlanum. Longu fyrsta skúladag fær hon trupuleikar. Tey kunnu bara brúka gand í tímanum, men Asta verður noydd at ganda, tá ein genta dettur í eina stóra svarta grýtu. Tá ein annar næmingur hvørvur, seta báðar genturnar sær fyri at uppklára, hvat er hent. Sjálvt um sonur skúlastjóran er ein av teimum.
Teitur og Ólavur sita niðurbundnir í hoyggjhúsinum. Framman fyri teir er rúmið, har hundarnir skulu berjast. Bæði tann hvíti pitbullurin og staffordshirin eru klárir. Knappliga sleppa teir leysir. teir kasta seg goyggjandi og glepsandi eftir hvørjum øðrum.
Milo hevur av óvart dripið veruna, ið verjir býin, Mjørkalund. Sálirnar hjá teimum deyðu hava ikki longur nakað heim. Eitt ritual kann skapa ein nýggjan verja, men tað er tingt at fáa skil á teimum deyðu. Í Anda-átara fer Milo kongur í Birkilandi á ævintýr.
Opinskáraður sum altíð, tekur høvundurin hesaferð støði í skúlaárum í Sankta Frans Skúla í Havn. Skaldsøgan sigur frá fimm lagnum úr sama klassa, fimm dreingir, sum allir doyggja á ungum árum.
vaksnamannalívið og í lívinunum har heima, har dagarnir og -næturnar eru merktar av ótryggleika. Og hon hevur eitt loyndarmál, sum ongin má vita nakað um.
Fyrsta bók í einum tríverki um Nathan Byrn, sum er hálv hvítheks, hálv svartheks Nathan dugir ikki at lesa, men hann dugir so mangt annað, m.a. at lekja seg, um hann hevur fingið ein skaða. Hann hevur verið hildin í búri, til hann er vorðin fjúrtan ár, men nú er hann komin út og er farin at leita eftir Mercury, svartheksini, sum etur dreingir.
Innbundin, hvítt leðurlíki við gullskurði og við tveimum lesibondum, gull og reyðum.
Innbundin, svart leðurlíki við gullskurði og við tveimum lesibondum, gull og reyðum.
Í bókini eru uppgávur, sum er knýttar at Støddfrøði 9 Grundbók. Kapitlarnir í bókini eru: 1. Peningaviðurskifti 2. Geometri og sniðgeving 3. Algebra og líkningar 4. Funktiónir 5. Líkindi 6. Próvtøkuvenjing Bókin er ætlað 9. flokki í fólkaskúlanum, og hon kann eisini verða nýtt í 10. flokki og í Støddfrøði D og E.