Fakligt tíðarrit fyri sjóvinnuna.
Kortið er umhvørviskort við nýggjum landamørkum og landanøvnum. Harumframt eru havstreymar og havbotnsrelieff við.
Triði partur um gentuna Heiðu, sum býr í Reykjavík. Søgan fer fram undir seinna heimsbardaga. Í bókarøðini eru - Bið Guðs einglar standa hjá mær, Vera vernd, Hjá mær í nátt.
Bók at skriva støðumet í.
Annar partur um gentuna Heiðu, sum býr í Reykjavík. Søgan fer fram undir seinna heimsbardaga.
Bókin er forvitnisligar frásagnir hjá Sigerti Patursson um mentanarsøgu og hendingar á seks ára ferð í norðaru og sunnaru pørtunum av Vestursibiriu og við Karahav. Henda ferð Sigerts vardi frá 1889 til 1895.
Bókin er savn av greiningum av føroyskum bókmentum.
Bók at skriva støðumet í.
Magnus Heinason giftist í 1582. Eitt skifti er hann ikki á sjónum. Men fíggindar hansara leggja ilskuráð ímóti honum, og hann fer til sjós aftur. Men óeydnisár bíða eftir honum.
Um skótar og skótalív. 13 ára gamli Fróði verður patruljuførari hjá Falkinum. Hann er bæði spentur og bangin um, hvussu tað fer at gangast, men hann fær hjálp frá patrúljuhjálparanum Mariu at menna patrúljuna so væl, at tey sleppa við á LPK.
Tvær stuttsøgur og ein skaldsøguroynd. Pátrúgv og ta yvirnáttúrliga. Fólk hava her eginleikan »at síggja« og í samband við deyðan verða gátuførar hendingar lýstar.
Plakat við møguleika at skriva føðingardag á.
Í bókini er sangurin við sama heiti, eisini eru myndir til sangin, sum børnini sjálv kunnu lita. Nótar eru eisini í bókini.
Bókin er úrslit av samstarvi millum næmingar á Føroyamálsdeildini Elsu Funding, Sigrun Hjalmarsdóttir, Finngerð Hovgaard, Onnu Mattson, Biritu Weihe, Erlu Zachariassen og læraran Maluna Marnersdóttir.