Grundin fyri bókini er útvarpstátturin Orðabókin, sum varð send 14. hvønn dag vetrarhálvuna frá 1969 til 1993. Við hesari bók kunnu vit og komandi ættarlið fáa lut í allari hesari vitan um mentanar- og siðsøgu okkara gjøgnum øldir.
Triðja bók. Skaldsøgurøðin Á ferð inn í eina óendaliga søgu sigur frá uppvøkstrinum hjá Hugini, frá hann er 3 ára gamal, til hann er eini 30 ár og byrjar at skriva skaldsøguna. Hann veksur upp í samansettari familju og fjølbroyttum bygdaumhvørvi.
Stuttsøgusavn við 12 stuttsøgum.
Stuttsøgur. Við at lýsa ymiskar persónar í Krabbaurð gevur høvundurin eina mynd av føroyska samfelagnum í seinnu helvt av 20. øld. Fyrra savnið við skemtiligum og hugvekjandi søgunum um rekamannin Sámal Mattias, Jens Fjallatind og øll hini í Krabbaurð.
Í bókini eru fýra søgur: Húsarbeiðið hjá Herviliga Henry. Droya Drós gandar. Herviligi Henry í bað. Herviligi Henry hittir drotningina
7 ára gomul vóru hon og fleiri onnur børn flutt til Eysturtýsklands at ganga í skúla og verða uppald til at gerast nýggja elitan í Namibia. Tiltakið var eitt samstarv millum frælsisrørsluna SWAPO og eysturtýsku stjórnina.
Við bókini er hefti á 47 blaðsíður við útfyllingarfyrisøgnum. Mállæran í Eg skrivi 8 byggir á tað, sum næmingarnir hava lært í teimum fyrru bókunum. Hefti við útfyllingarfyrisagnum fylgir við.
Krimi við myndum, sum so at siga blanda seg upp í loysnina av málinum. Mangan ørkymla tær meira enn gera nakað greiðari, og tað ger bókina nógv meira spennandi at lesa.
21 greinir. Bygdar á fyrilestrar, sum vóru hildnir á Faroe Islands Exploration Conference 2006. Evnið, ið verða viðgjørd, eru millum annað, hvussu basalt ávirkar kolvetnisleiting og royndir við kolvetnisleiting higartil á føroyska landgrunninum.
Sagt verður frá søguligum hendingum frá eldri og nýggjari tíðum, frá táttayrkingum og skemti.
Krimisøga. Blaðmaðurin Hannis Martinsson rannsakar umstøðurnar, tá ein kvinnuligur starvsfelagi doyr av vanlukku. Hann verður varugur við, at greinarøðin, ið kvinnan skrivaði um seinna heimsbardaga, møguliga hevur eitthvørt við deyða hennara at gera.
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Kærleikin undir krígnum førdi stundum til brúdleyp, stundum til vónbrot. Tað giftust um leið 170 kvinnur til Onglands undir krígnum, og eini 200 børn vórðu fødd uttan fyri hjúnalag. Frásagnir um hvussu kríggið kom at ávirka teirra lív.
Elin elskar Búa. Hann er nýggjur í flokkinum og hevur brúnt hár og gongur í kulum klæðum. Hann hevur sagt, at hann ætlar at mussa tríggjar gentur týsdagin í vaskirúminum. Tey hava kastað lut, og Lisa og Maria og Elin vunnu. Elin stúrir.
Føroyskur dansur við Danisfelagnum í Havn. Kvæðini eru: Frúgvin Margreta, Harra Pætur og Elinborg, Der bor en jarl i Engeland, Viljorm Kornus.
Tá ið KT-depilin í 2008 skipaði fyri søgukapping fyri næmingum í 7. og 8. flokki, var ein søga, ið skaraði framúr. Dómsnevndin var samd um, at hetta var ein framúrskarandi rithøvundur, ið skrivað hevði.