Innrásin hjá Herviliga Henry, Genturnar sova hjá Droyu Drós, Sjálvsævisøgan hjá Herviliga Henry, Herviligi Henry rokkar.
Torir tú at fylgja Decimusi, nú hann stríðist fyri lívinum á Doom arenuni? Hevði tú klárað at verið álopin av kempum við sleggjum ella at stríðst mann móti manni? Fer Decimus Rex nakrantíð at gerast frælsur? 2 bókin um Decimus, gladiatordrong í Rom.
Torir tú at fylgja Decimusi, tá ið hann verður tikin av ránsmonnum? Hevði tú yvirlivað á teirri ræðuligu deyðsarenuni? Hoyr um dystirnar, sum óndi leikstjórin letur hetju okkara Decimus Rex luttaka í.1 bók um Decimus, gladiatordrong í gamla Rom.
Í aðru bók er Kristin nívd av iðran um syndir sínar og óttast fyri sínum ófødda barni, tí tað er gitið undir so syndafullum umstøðum.
Eitt fitt søga um Álv, sum er so treiskur, sum eg veit ikki hvat!
Um Kollafjarðar kirkju.
Sára Tummasardóttir er ung, vøkur og lívshugað, tá hon giftist við Jákupi. Nakað aftaná hittir hon bróður hansara Andras, sum siglir úti, og tey kenna seg drignan hvørt at øðrum.
Skaldsøga um 16 ára gamla Tobias, sum stríðist móti øllum. Familjan er farin í upploysn, og tá hann ein dagin verður sligin niður, gerst lívið enn meira fløkjasligt.
Dia fer á flog, er ein fitt bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Dia fer á flog hevur lixtalið 7,3. Hon er ein partur av Súluheildini, og er onnur av seks súlubókum við lixi.
Hundurin hjá Annu er ein fitt og stuttlig bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Hundurin hjá Annu, hevur lixtalið 6. Hon er ein partur av Súluheildini, og er triðja av seks súlubókum við lixi.
Søgan um Ísak og Inger. Tá Inger føðir gentu við haruskari, ger hon av við hana. Men brotsgerðin kemur fram í ljós, og Inger verður sett í geglið. Ísak heldur øllum saman, til konan kemur heimaftur. Hon kemur aftur, men er nógv broytt.
Eini aldrandi hjún hava í øllum stillum gjørt av sínámillum ikki at tosa um fortíðina. Meðan hann verður alsamt fjarari og at enda tagnar, roynir hon at bróta sær leið úr einseminum og tøgnini.
Á marglætisskipi á ferð tvørtur um Atlantshav dettur ein ríkmannssonur fyri borð. Hann verður bjargaður av einum útróðrarmanni og gerst ein av manningini, má arbeiða fyri seg og menninir venja dreingin til mans.
Sára Tummasardóttir er ung, vøkur og lívshugað, tá hon giftist við Jákupi. Nakað aftaná hittir hon bróður hansara Andras, sum siglir úti, og tey kenna seg drignan hvørt at øðrum.