, ,

Stuttsøgur

Her eru søgur um kærleika, um menniskju, sum hóra undan trongum korum – og eisini um tey, sum mugu lúta. Barnið, ið ikki skilir vaksnamannaheimin, andsagnir millum upprunafólk og niðursetufólk. Útlegd og heimferð.Framtíðarstuttsøgur, skemtisøgur og halgisøgur. Meira millum himmal og jørð, enn tað, sum vanligu sansirnir fáa greiðu á. Summar av søgunum eru eftir kendar rithøvundar, aðrar ókendar. Men felags fyri tær er, at tær geva lesaranum okkurt at hugsa um.

188,00 kr.
Vís meira
, ,

Offurmorðið (16)

Antropologurin, Alisa, fer til Kolumbia at granska kynsímyndir í tí stak mansliga tarvafektaraumhvørvinum. Ein dagin sær hon eitt møguligt morð, sum hon sían saman við tarvafektaranum, Javier Cortés, roynir at avdúka. Áðrenn tey vita av, enda tey langt inni í frumskóginum í hóslag við bæði indianarar, paramiliter herlið og kommunistiska uppreistarherin, FARC.

298,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bert er bróðurleyst bak

Vit eru í 1930´num við búskaparligari kreppu og byrjan til heimskríggj. 25 ára gamli Magnus Meyer er eftir fimm ár og ein blóðigan tilburð á amerikanska meginlandinum týddur aftur ril barndómsbýin í Danmark - bara fyri at finna útav, at elskaði yngri bróður hansara, tann kenslusami idealisturin Mads, er farin til Spania í borgarakríggj í parti við Fólkafylkingini.

260,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Mín jólabók 2013

Í bókini eru nógvar nýskrivaðar søgur, sum bæði royndir og óroyndir rithøvundar hava skrivað. Bókin er ein kalendarabók, har antin ber til at lesa eina søgu ella gera eitt ítriv til hvønn einstakan dag, somuleiðis er ein framhaldandi adventssøgu . Bókin er myndprýdd øll, sum hon er.

195,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Um bara hann sló meg (39)

Í bókini greiða fimm kvinnur í Føroyum frá sínum harðskapsrakta parlagi, og hvussu tær reistu seg og megnaðu at koma úr tí aftur.

220,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Embroidery for the Faroese

With this book we have, for the very first time, meterial in this area with reliable guidlines which can be used for both teaching and home use.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Brodering til tann føroyska 1 (28)

Høvundurin hevur í meira enn 30 ár undirvíst í brodering og serstakliga nógv í brodering til tjóðbúnan. Hon hevur nú latið bók úr hondum, har hon sigur frá, hvussu hon broderar, og við einari rúgvu av litmyndum verður víst, hvussu til dømis sama mynstur fær ymiska útsjónd við ymsum litum. Paula M.K. Eliasen vísir á, at vit í Føroyum eru heppin at hava ein tjóðbúna, tí so eru vit altíð klár at klæða okkum til serligar dagar.

198,00 kr.
Legg í kurv