Kom við Fíli og síggj, hvat allar tær stóru maskinurnar gera – og hvussu vorðnar tær eru. Hvat ger tann stóri, REYÐI brandbilurin? Tann BLÁI traktorurin? Ella tann GULA gravkúgvin? Ein stuttlig og litrík bók úr sterkum pappi til tey allarminstu
Í mars 2015 stendur Nicholas, veteranurin úr Afganistan, einsamallur í skóginum oman fyri húsini, til reiðar at beina fyri sær, tá ið tað gerst honum greitt, at hann verður noyddur at siga sínum næstringum frá ætlanini. Hann lovar mammuni at halda sær á lívi til jóla, sum liggja 304 dagar fyri framman.
Tíðin hevur tað við at arga okkum, og hon ber okkum alt upp í hendurnar, bara fyri at taka tað frá okkum aftur. Tað eru tríggjar vikur, síðan drongurin kom á Plássið við ómetaliga vandamiklum skaldskapi á bakinum, og fyri hvønn dag, ið gongur, verður teinurin millum Bárð og lívið náðileyst longri og longri.
Alt peikar í ongar ættir, sum áir av eldi renna skýggj úr sólini, dalandi yvir blágrønu húsatekjurnar. Tú sært restirnar av eini grein smildraða á sporinum, vilt siga okkurt við onkran, men blæsur orðini í lógvan. Tí tú ert tagnaði oktoburbýurin, sum spakuliga doyr við landsvegin, tú ert hondin, sum bíðar eftir heitum blóði.
Tá kom hann fram. Hann gjørdi tað so sjálvsagt, sum var lætt at skilja; hesin heimurin var jú hansara. Hann kom fram úr skóginum eitt lítið sindur handan fyri skíðaslóðina. Hann stillaði seg á mýrijaðaranum millum ein baraldarrunn og eina kryplaða furu. Hann leit varin út um lítlu kavavíddina á mýrini, snaraði høvdinum, so at eg sá vangamyndina við tí ediliga snýðinum, brøttu pannuni og oyrunum, sum stóðu upp í rógv.
Líðingarsøga várs Harra Jesu Krists hevur altíð talað til kristin fólk og givið teimum eina kenslu av, hvat ið frelsan hevur kostað. Føstan er tann tíðin í kirkjuárinum, har ið serstakliga verður dvølt við tað, sum fór fram, frá tí at Jesus át páskalambið saman við lærusveinunum, og til hann andaðist á krossinum.
Á garðinum, har Vanja býr, verða nógv av dýrunum sjúk. Samstundis hendir okkurt við tí tómu smáttuni í skóginum, har Vanja og Sívar altíð hava spælt. Hvør er tað, sum tekur gamlar smáttur niður og byggir nýggjar? Og hví liggur so nógv burturkast og flýtur í náttúruni? Smáttan, sum hvarv er onnur bókin í røðini um Klótuklubban, eina detektivstovu við veðurlagi og umhvørvi sum serøki.
Heini býr á einum vøkrum, gomlum garði. Heina dámar Báru sera væl. So væl, at hann verður forelskaður í henni. Kári, vinur hansara, argar hann við tí, men hann hjálpir kortini Heina við at skora Báru. Men veit Kári yvirhøvur, hvussu mann skorar gentur?
Antin ella? Hvat vilt tú helst? Tvístøður eru ógjørligar at loysa! Hvat vilt tú heldur: gera tvey kilo av oyravoksi ella tvey kilo av snoribollum um vikuna? Stuttligt og gott, tá ið tú skalt bjóða vinunum av!
Stuttlig fakta um familjulívið hjá djórum! Visti tú, at sjóhestapápin verður upp á vegin, og at summi hávasystkin eta hvørt annað? Ella at kjafturin á eini krokodillu er heimsins tryggasta stað, um tú ert ein krokodilluungi? Í bókini Djóralív møtir tú nógvum ymiskum djórafamiljum.
Í einum stórum og gomlum húsum stendur ein kista. Men eingin veit, hvat er í kistuni. Fyri meiri enn hundrað árum síðan búði ein glað familja í húsunum, men nú vil eingin búgva har. Øll rúmini standa tóm, uttan á loftinum, har kistan stendur. Men ein dagin verður kistan latin upp.
Neo og Niria sluppu undan úlvunum á Sisko. Nú eru tey á veg á eina nýggja støð. Men eru foreldrini har? Og sluppu tey veruliga undan úlvunum?
Rosa leitar í bønum. Mia mús sær Rosu leita í bønum. Mia veit, at Rosa leitar eftir eini mús....
Nógv dýr búgva í grannalagnum. Har eru kettan Rosa, kettlingurin Reyða Rita, fressurin Grái, hundurin Manni, Mia mús og Sørin spurvur. Øll mugu ansa sær, uttan Rosa....
Malla er sjúk. So sjúk, at hon einki orkar. Kloddi vitjar Mallu hvønn dag, men ein dagin kemur hann ikki. Hvat er hent? Úti í garðinum, uppi í kastanjutrænum hjá Mallu, situr Kloddi við einari aðrari gentu. Og í tíðindunum brennur Amazonregnskógurin . Malla hevur ikki tíð at vera sjúk longur!