Í hesi bók eru savnaðir sekstan tættir eftir eitt av teimum nýggju táttaskaldunum, sum sóu dagsins ljós í V4-sendingunum hjá útvarpinum í sjeytiárunum.
Tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár og at skula bera seg at, soleiðis sum øll vilja hava, at tú skalt. Í hesi síðstu bókini eru, amorinir í luftini, tí skúlaveitsla er, og tað gleða øll seg til. Men so hendir nakað, sum fær øði í skúlastjóran …
Lús og loppur er søga um Vár. Tað skriðar so illa í høvdinum á Vár, so mamman fer at leita eftir lús. Men so fer Flekk eisini at klóra sær …
Tá ið lítli Páll læsir seg inni á vesinum, noyðist hann at sita har í myrkri. Har er líka so óhugnaligt inni sum í einum krimifilmi, og knappliga hoyrir hann onkran flenna spakuliga. Láturin kemur úr baðikarinum …
Kristni 4 er bókaheild til undirvísingina í 4. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.
Kristni 4 er bókaheild til undirvísingina í 4. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.
Kanska ber tað til at finna eydnuna, tá ið høpisloysið fløðir, og tómleikin oysir niður. Ella í øllum førum at hóma hana. Gleðina. Tá ið søgur uttan kjøt og blóð missa sína gandamegi, og náðin vísir seg at vera endurspegling av tínari egnu ræðslu.
Besti vinur Tonju er tann 74 ára gamli Gunnvald, og tá hann endar á sjúkrahúsi við brotnum beini, kemur Tonja fram á, at hann hevur hildið okkurt sera týdningarmikið loyniligt fyri henni...
5 greinir um løgfrøðilig viðurskifti.
Sjónleikur í trimum pørtum, sum í ávísan mun byggir á søgnina um Anniku í Dímun.
Børnini í 1. b eru úti í skógini og leita eftir smákyktum, og tað er sera spennandi! Men so ein dagin fer at skriða í hárinum á Maiu, og tað er ikki líka spennandi! Maia hevur fingið lús, og hon er ógvuliga kedd. Men lýs kunnu basast, og tá Oskar kemur at spæla við Maiu um kvøldið, fáa bæði lúsaviðgerð, og tað er stuttligt!
Katniss Everdeen er enn á lívi, hóast hon tvær ferðir hevur tikið lut í Hungursleikunum. Men Gale er flýggjaður, og Capitol hevur fangað Peeta. Í Sýsla 13 verður uppreistur fyrireikaður. Men skal uppreisturin eydnast, má Katniss seta sítt lív í veð. Hon er tann, sum skal taka ábyrgdina av, at ein hópur av fólki letur lív. Hon skal tryggja framtíðina hjá Panem, tí hon er Boðkveggjan.