Læars og Anni-Lena
Søgur upprunaliga prentaðar í jólablaðnum Følv frá 1943-1955 og 8 tættir
So reyð sum blóð I
Tá ið Lumikki ein dagin kemur fram á nógvar pengaseðlar, sum hanga blóðdálkaðir á einum snóri í myrkarúminum í skúlanum, verður tann reglan brotin. Lumikki verður knappliga drigin inn í ta innasta av finsku undirverðini, fangað í eitt vandamikið net av mutri, sviki og drápi. Hon er ikki longur eygleiðari, sum hon ynskir at vera, men er sktoskiva. Og hon noyðist at lumpa ein eirindaleysan drápsmann. Hetta er fyrsta av trimum bókum í eini skakandi spenningsrøð.
Lagnan, MP3
Tilburðirnir í hesi skaldsøgu fara fram í tíð, sum liggur frammanundan trúbótini, og dámurin frá ógvusligum føroyskum sagnum er yvir henni. Hagamørk verða ásett og flutt við glíming partanna millum. Knívurin er eisini á lofti í hesum bardaga, helst helst í loyndum. Havrekar koma úr Noregi til Føroya og verða verandi her. Men gamla føroyska bóndasamfelagið er ikki rummiskt við hesar menn.Bøndur, fullir av ognargirnd standa fyri teimum, og girndin gevur hvørki eftir fyri drápi ella skálkagerðum.
Vencil nr.15
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Loyndarmálið í Oslo, BFL
Dávur er heima í vetrarfrítíðini, og hann keðir seg. So kemur ein nýggjur og ókendur málningur hjá Munch undan kavi. Tað vísir seg at vera øgiliga býtt, ja, í veruleikanum lívshættisligt há Dáva at royna at finna út av, hvaðani málningurin er.
Lokaða landið, fløga
Børnunum í 5. B dámar væl í smáttuni á Ternuryggi, men ein dagin síggja tey sigarettstubbar í einari skál á borðinum. Hvør hevur verið har? Tí tey kenna ongan, sum roykir. Tá hetta endurtekur seg mugu tey fara at fáa greiðu á, hvat hetta er. Samstundis fáa børnini ein hvøkk, tí Jóhanna svímar ein dagin, tey eru og svimja. Hon verður innløgd fyri etingarólag, og onkur má hjálpa teimum at skilja, hvat hetta er, og hvussu tey kunnu hjálpa Jóhannu.
Il vitellino
The story is about little Sjurur who goes into the outfield to bring warm milk to his calf. On his way his falls because he hurries too much as he is thinking about how thirsty the calf must be. All the milk pours over little Sjurur so that he gets soaking wet and has to go back home to get dry clothes and new milk.When he takes off once more he walks so carefully that he doesn't fall and doesn't spill the milk.
Klippekalven
Historien er om lille Sjurur, som går op i udmarken for at give kippekalven varm mælk. På vejen er han uheldig og falder fordi han skynder sig for meget, idet han tænker på hvor tørstig kippekalven må være. . Al mælken pøser ned over Sjurur så han bliver pjaskvåd og er nødt til at gå hjem for at få tørt tøj på og mere mælk i spanden.Da han tager afsted på ny går han så langsomt at han hverken falder eller vælter spanden.
Rokning 1c, Grundbók
Rokning 1c er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning. Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru: •Grundbók a, b, c og d •Lærarabók a, b, c og d •Uppgávubók a-b og c-d •Avritsmappa •Hálvársroyndog heilársroynd •Heimasíða: snar.fo/rokning
Offurmorðið, MP3
Antropologurin, Alisa, fer til Kolumbia at granska kynsímyndir í tí stak mansliga tarvafektaraumhvørvinum. Ein dagin sær hon eitt møguligt morð, sum hon sían saman við tarvafektaranum, Javier Cortés, roynir at avdúka. Áðrenn tey vita av, enda tey langt inni í frumskóginum í hóslag við bæði indianarar, paramiliter herlið og kommunistiska uppreistarherin, FARC.
Offurmorðið, fløga
Antropologurin, Alisa, fer til Kolumbia at granska kynsímyndir í tí stak mansliga tarvafektaraumhvørvinum. Ein dagin sær hon eitt møguligt morð, sum hon sían saman við tarvafektaranum, Javier Cortés, roynir at avdúka. Áðrenn tey vita av, enda tey langt inni í frumskóginum í hóslag við bæði indianarar, paramiliter herlið og kommunistiska uppreistarherin, FARC.
Messa fyri einum filmi,yrkinga
Messa fyri einum filmi er eitt óvanliga sterkt yrkingasavn, ið nertir við kenslurnar á lesaranum, sum hevur hugat spyrja:Var tað, er tað, veruliga so ringt? Og tað beiska svarið er: Tað var tað, tað er tað!
LeikRead 2015
Á skránni til reading-festivalin LeikREAD,ið Leikaraf.Fø.varar av,er forvitnisliga afturvendandi tiltakið ‘Nordic Dramatrain’,sum er eitt úrval av nýskrivaðum leikritum–eitt úr hvørjum norðurlandi.Hesi leikritini eru við í Nordic Dramatrain 2015:SÁR Á SÁL Kristina Sundar Hansen(FO) SEK Hrafnhildur Hagalín(IS) UMsorg Toril Goksøyr&Camilla Martens(NO) RITHØVUNDARNIR Alejandro Leiva Wenger(SE)ALLIR DEYMAR MÍNIR VERÐA VERULEIKI Christan Lollike(DK)SANGIR VIÐ GRÁU HAVSINS STRENDUR Pipsa Lonka
LeikRead 2013
Á skránni til reading-festivalin LeikREAD, ið Leikarafelag Føroya varar av, er forvitnisliga afturvendandi tiltakið ‘Nordic Dramatrain’, sum er eitt úrval av nýskrivaðum leikritum – eitt úr hvørjum norðurlandi. Hesi leikritini eru við í Nordic Dramatrain 2013: EINGIN MØTIR NØKRUM Peter Asmussen (DK) HØSNARUNGARNIR Bragi Ólafsson (IS) MEGAN (MEGANIN TARINA) Tuomas Timonen (FI) EG HVØRVI Arne Lygre (NO) MIRA FER FRAMVIÐ Martina Montelius (SE)















