Símun eigur nakrar óhugnaligar skortar. Hann kløkkar Atla. Tað er stuttligt. Men so fer hurðin upp...
Ingrið veksur upp á eini oyggj. Havið er hennara ævintýr. Fiskurin, illveðrið, fátæktin. Hon eigur árstíðirnar, fuglarnar og sjónarringin. Ingrið má læra alt, sum eingin dugir longur. Ein dag noyðist hon enntá at læra uppaftur meira.
Tey kvirru, nøtrandi sekundini, áðrenn eg fór at siga hini gomlu frá, helt eg tað vera mítt inniligasta ynski at leggja øll orðini soleiðis til rættis, at tey góvu henni ugga og styrki. Men eg gjørdi tað ikki, tí eg fekk ikki. Tí er tað soleiðis vorðið, at eitt vanligt borð elle eitt av tí forna, dýra slagnum, sum eina várnátt stendur ímillum tvey menniskju og skilur tey, hóast tey sita andlit til andlits,kann avskepla seg í bleiku náttarglæmuni til ein óhugnaligan vígvøll.
Malala er vorðin ein altjóða ímynd fyri friðarstríð og er tann yngsta, sum nakrantíð hevur fingið Friðarheiðursløn Nobels. Í hesari bókini við endurminningum og myndum, greiðir Malala frá sínum merkisverda lívi.
Malala er vorðin ein altjóða ímynd fyri friðarstríð og er tann yngsta, sum nakrantíð hevur fingið Friðarheiðursløn Nobels. Í hesari bókini við endurminningum og myndum, greiðir Malala frá sínum merkisverda lívi.
Hvítheksir jagstra hann, og svartheksir hata hann. Nathan er hvørki, og gávan hann hevur fingið frá pápanum er ein nýggj, vill megi, sum hann ikki hevur tamarhald á. Størsta hóttanin móti honum er kanska Nathan Byrn sjálvur.
SFR er ikki nakar vanligur beingresjandi risi. Tað er hann alt ov fittur og møsnutir til – tíbetur fyri foreldraleysu Suffíu. Hevði hon verið tikin mitt um náttina av nøkrum øðrum risa enn SFR, ja, so hevði hon verið morgunmatur nú! SFR dámar ikki at eta fólk. Hann fangar dreymar og goymir teir í fløskum til børn at njóta, meðan tey sova.
Flokkurin hjá Øssuri og Mariu skal spæla sjónleik. Maria skal dansa saman við gentunum,og Øssur endar í sketsj-bólkinum, har eingin tímir at gera nakað. Men so verður Øssur taklaður í fríkorterinum og fær heilaskjálvta. Í skúlanum brestur ertnakríggj á, og øll ganga runt við blásirørum, men eingin torir at siga nakað fyri lærarunum.Afturat øllum hesum skal mamma Mariu koma á sunnudagsvitjan, og Øssur er kanska eitt sindur forelskaður.
Ein dýrgripur av søgum sagdar fyri smábørnum. Her verður sagt frá um Nóa ørk, lítla dreingin Móses, Dávid og Goliat, Dábjal og leyvurnar, og um Jesus.
Hálvársroynd og heilársroynd til Rokning 3, sum er bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í byrjanardeildini.
Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin, tá ið hon skal tendra jólatræið á Vaglinum. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaruvág. Norðlýsi er sætta bókin um blaðmannin og ráðgevan Hannis Martinsson.
Lærubók við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini, Ny fysik/kemi, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út.
Lærubók við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini, Ny fysik/kemi, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út.
Talið á limalondum í Evropasamveldinum ES økist alsamt. Men ikki øll í Evropa eru eins áhugað í limaskapi. í Norðuratlanrshavi, í útjaðaranum av Evropa, halda Føroyar og Grønland seg frá øktari integratión við ES. Tá Danmark gjørdist limur í ECC í 1973 avgjørdi Løgtingið, at Føroyar skuldu verða verandi uttanfyri felagsskapin.