Í savninum eru samrøður við allar forkvinnur og menn, ið hava verið í Føroya pedagogfelag, og tekstir, skrivaðir av fólkalívsfrøðingi, hugmyndafrøðingi, námsfrøðingum og skaldi.
TRAS er eitt eygleiðingaramboð at brúka á dagstovnum til at meta um málsligu menningina hjá børnum undir skúlaaldur. Endamálið við tilfarinum er at økja vitanina um og áhugan fyri málsligu menningini hjá børnum.
Eygleiðingarblaðið verður nýtt til at hyggja at ymiskum økjum innan samskifti hjá barninum, so ein kann síggja, á hvønn hátt ein best kann stimbra barnið, eisini um barnið hevur málsligar trupulleikar ella seinkaða málsliga menning.
RURA er um børn, sum hava linan kropp, orka illa og eru óstortslig og klombrut. Annars heilt vanlig børn við góðum skili og evnum, men sera truplum gerandisdegi í skúla og spæli.
Leiðbeining, útbúgvingarval, lestrarvegleiðing
Tey 24 styrkikortini eru eitt ítøkiligt amboð við teksti og myndum, sum ger tað lættari at tosa um tað, sum styrkir okkum. Kortini eru hent at brúka, tá ið lærarin greiðir næmingunum frá um tær 24 styrkirnar. Stóru styrkikortini eru akkurát líka sum 24 smáu styrkikortini í næmingabókunum.
Tá ið foreldur eru rúsbundin, rakar tað børnini. Markloysi, skomm og ótryggleiki kunnu vera nakrir av trupulleikunum, ið hesi børn stríðast við, og sum eisini kann ávirka tey sum vaksin.