, , , , ,

Kalt blóð 7- Í síðstu løtu

Hevur tú kalt blóð og nervar av stáli?

So les bøkurnar í røðini kalt blóð.


Sigrið stríðist sum frá sær sjálvari at sleppa leys.Hon rópar á Kára, at hann skal steðga.

Hann hyggur bara kaldliga at henni. So trýstir hann eitt handtak í botn.

Spakuliga flyta stálveggirnir seg móti bilinum.

160,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Gívraskúlin 2- Gandakortið

Myrkursins gívur hevur tikið Flosa. Asta og Ravnhild hava funnið kortið yvir portrini í skúlanum, so tær sjálvar kunnu fara eftir Flosa og fáa hann leysan. Men skúlastjórin heldur eyga við teimum. Tær mugu tí ansa sera væl eftir, um tað skal eydnast teimum at finna ein nýggjan veg inn í heimin hjá myrkursins gívrum. Hvat er tað, sum gongur fyri seg í Gívraskúlanum?

Gívraskúlin er ein røð um vinalag, gand og myrk loyndarmál. 

Bøkurnar kunnu verða lisnar sum sjálvstøðugar bøkur.

148,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Stinkandi fakta

Finnast dýr og skordýr, sum brúka ringan lukt at ræða við?

Etur nakar mat, sum stinkar? 

Lukta tínir prumpar betur enn prumpar hjá øðrum?

Og torit tú at gera eina prumpi-roynd?

Í bókini finnur tú svarini og eina trupla roynd.

148,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Stuttligir spurningar um dýr

Hvat dýr er í vanda fyri at doyggja, tá ið tað fer á ves eina ferð um vikuna?

Hvat er heimsins mest eitrandi dýr?

Hvat dýr hevur fýrakantaðan kukk?

Svarini finnur tú í hesi stuttligu bókini.

125,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Handbók fyri superhetjur 11, Stórskálkar

Um vit kunnu gera mistøk, kunnu vit eisini gera góðar gerðir. Lisa fær seg næstan ikki at trúgva tí: Omman og Karolina eru eisini superhetjur! Og tað eru tær, sum hava skrivað Handbók fyri superhetjur! Men áðrenn Lisa fær tær um meira, verður handbókin stolin. Nú má hon stríðast fyri at finna hana - Um bókin endar í skeivum hondum, so verður heilt galið! Samstundis fær Volfgang eitt tilboð, sum broytir hansara lív... Handbók fyri superhetjur er væl umtókta røðin úr Svøríki. Hetta er ellivti partur um superhetjuna, Reyða skortin og hennara vinir.

200,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Krypto 7. Eldhav

Ofelia og Bernard kunnu endiliga taka sær av løttum eftir nógvar vandamiklar ferðir. Men friðurin varir ikki leingi. Tá Ofelia missir tað kærasta, hon eigur, má hon aftur á eina vandamikla ferð til Fingalsoy. Og á ferðini eru vandar bæði uppi yvir og undir vatnskorpuni. Og ofelia kemur fram á eitt hús, sum tykist sera, sera kent...

Eldhav er sjeynda bókin í røðini Krypto.

200,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Heimalambið Nella

Heimalambið Nella kemur í húsið hjá Bettu og Jóhann at vera. Nella fær eitt lítið stykki niðan fyri húsið at vera og eta gras, men tað gongur ikki so væl. Hon vil hvørki vera innibyrgd ella einsamøll. Hon berjist sum fyri lívinum fyri at sleppa út, rennur eftir hundum, óruddar í kjallaranum, órógvar á rættini, í hoyna og allastaðni, har hon er, og so er hon eisini so veðursjúk.

„Á, Nella, Nella, tú ert ein gella!“ sigur Betta.

Les stuttligu søguna um Nellu, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt.

225,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Sukurvatt

Hjálp, kom og hjálp mær!" hoyrir hann tað runga niðri úr vaskinum, so tað ekkóar um allan kjallaran. Hvør er hatta sum rópar soleiðis? Hann lirkar eitt eyga upp og skeitir niður í vaskið. Hann sær bara skínandi, blankt stál. So lirkar hann eitt eyga upp aftrat. Jú, har er okkurt niðri á botninum. Jú, mín sann! Ein tvísterta, sum hann ongantíð hevur sæð fyrr, stendur har púra einsamøll mitt niðri í vaskinum.

199,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Norðlýsi 3 - Krákusystrarnar

Gátuføra fjallafólkið tekur væl ímóti Sonju, Bjarnari og Lottu. Bygdin er á tremur við hentum gandi og vinaligum fólkum. Allíkavæl fær Sonja frænir av, at teirra leiðari, Ravdna, fjalir eitt myrkt loyndarmál.

Norðlýsi-bøkurnar hava ligið ovast á metsølulistunum líka síðani fyrsta bókin kom í 2018. Tann bókin vann ikki minni enn tríggjar virðislønir, Arks barnebokpris, Pondus-prisen og Barnas bokpris.

Malin Falch er úr Tróndheimi, men býr nú í Oslo. Hon hevur fyrr útgivið Norðlýsi bók 1 - Ferðin

til Jøtundalin, Norðlýsi bók 2 - Víkingarnir og oraklið og Bjarnar.

189,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Norðlýsi 4 - Trøllaríkið

Inn í trøllaheimin
Sonja, Espen og Lotta fara á eina vandamikla ferð inn í trøllafjallið. Ein óvæntaður hjálpari kemur við, men hóast allar góðar kreftir, ber tað so til at vinna á risastóru trøllunum og sleppa livandi út aftur úr fjallinum?

Malin Falch (f.1993) hevur skrivað og teknað røðina Norðlýsi við íblástri úr norskum ævintýrum.
Trøllaríkið er fjórða bókin í røðini.

189,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Fantus nú roksar tú, fílur

Tað er nógv stuttligari at busta føtur enn at busta tenn. Skógvarnir rigga nógv betur á hondunum – og skal blæan altíð vera á rumpuni? Hygg undir klaffarnar og síggj, hvussu Fílur roksar allan dagin.

Ein stuttlig peikibók við stórum klaffum á øllum síðum!

125,00 kr.
Legg í kurv