Vit telva 1-8 umrøða allar partar av talvi, og tí eru fyrstu heftini vælegnað til byrjarar, og seinnu heftini venda sær til royndari telvarar. Røðin er bygd upp, so tú allatíðina mennir tínar førleikar.

Leypur við eykatilfari til Leyp 1. Í leypinum eru Fiska kortspæl (60 kort + reglur), 55 minniskort, 6 bingoplátur, vendispæl (112 kort + reglur) og 1 vindikort.
Blokkur til styrkispælið. Blokkurin verður brúktur til styrkispælið. Hvør spælari fær eina síðu í part at seta krossar í styrkirnar, sum hann hevur fingið at vita frá hinum, sum eru við í spælinum, at hann hevur.

Tá ið hagapartarnir á Stóraryggi á Kalsoynni, sum er størsta náttúrufriðøki í Føroyum, bleiv innhegnaður og vakrar ókendar blómur byrjaðu at spretta, sá Paulina ein spennandi møguleika at gera mynstur til føroyska búnan við íblástri frá blómunum. Í bókini eru góð ráð til brodering av tíggju mynstrum til føroyskan vest og dømi um hosubond, sum hava sín uppruna frá háskúlanum í Føgrulíð. Bókin hóskar væl til íblástur bæði til undirvising og heimabrúks.