Glasgentan (14)
Bókin sigur frá,hvussu ógvisliga blóðskemdargerðir í barndóminum kunnu ávirka eitt lív. Bókin er sjálvævisøgulig og lýsir m.a. eina drúgva sjúkugongd við á leið 70 innleggingum á psykiatriskar deildir í 17 ár, men eisini hvussu Karin eftir hesi mongu ár aftur varð frísk.Hon skaddi seg sjálva, men bókin er ikki ein sjálveymkandi frásøgn. Hon er heldur eitt hugfangandi innlit inn í lívið í skipanini.
Tá ið tú ikki eigur orð
Hóast Kristian livir íi at síggja til normalari familju, hevur hann leingi havt pínu í búkinum, tí pápin noyðir hann at spæla mannafólkaspøl - og hann torir ikki at siga nøkrum frá hesum. Týðandi bók um eitt torført evni: insest og kynsligan ágang.
Eg eri eg! Mín eg
Samrøðurnar í bókini um tey ymsu evnini eiga at vekja ans um egnan kropp. Á henda hátt ætla vit at stimbra børn, so at tey tora at siga vaksnum frá, um eitthvørt ónt, illavorðið ella løgið hevur verið teimum fyri.
Sig frá
Børn og ung varskógva á ymsan hátt, at eitthvørt er, sum ikki eigur at vera. Men tað eru børn og ung, sum satt at siga halda, at alt er tó í lagi. Onnur dylja tað, sum teimum er fyri.



