Reyði Krossur Føroya heldur, at øll eiga at duga fyrstuhjálp. Tess fleiri fólk eru før fyri at geva fyrstuhjálp, tess størri tryggleika fáa vit øll somul í gerandisdegnum. Hendan bókin vendir sær til tín, sum skalt læra fyrstuhjálp og er fyrst og og fremst ein lærubók at brúka í undirvísingini í fyrstuhjálp. Bókin hevur nakrar einfaldar fyrstuhjálparvegleiðingar, sum eru stuðlaðar við myndum.
Bóklingurin tekur støði í frálæruni hjá Vaksa, sum bjóðar dygdar frálæru í empatigrundaðari meditatión, persónligari menning og mindfulness. Fluffy hevur sítt upprunastøði í meira enn 10 ára longum arbeiðs- og lívsroyndum. Bóklingurin hevur sítt akker í 35 ára longum frálæruroyndum í sinnisvenjing, djúpsálarfrøði, empatigrundaðari meditatión og mindfulness.
Várið og summarið 2020 hava við sær fleiri og fleiri dyppa í sjónum. Eg havi verið og vitja í fleiri bygdum í Suðuroynni, Eysturoynni, Vágum og Streymoynni, umframt í Klaksvík. Og allastaðni har eg komi, siga tey, ið dyppa, tað sama. Tað følist gott at dyppa, tú sleppur av við strongd, tú verður betur fyri, tú vaknar, tú finnur frið eina løtu, tú fegnast- Lýsingarorðini er mong og góð.
Henda bókin er til tey ungu, sum vilja vita meira um alt, sum hevur við kroppin, kenslur og kynslív at gera. Bókin er um kroppin, útsjónd, kærleika og tað, sum kann vera pínligt at tosa um. Bókin er ein faktabók, men eisini ein bók um tað, sum tú hevur inni við teg sjálva/n, og um hvat er rætt fyri teg.
Alkoholikarar. Rúsdrekkamisnýtsla. Viðgerð.
Hvør er atvoldin til tunglyndi? Er nøkur vón? Er nøkur hjálp at fáa?
Endamálið við hesum heftinum er at lýsa nakrar spurningar, sum vit halda næmingar í miðdeildini hava áhuga fyri. Vit hava hildið, at heftið birtir upp undir kjak um alkohol og stuðlar næmingunum í hesum kjakinum? Gjørt kann verða meira burtur úr í summum evnum, sum lýst eru í heftinum, ella kann eisini verða farið skjótari um summi evni - soleiðis hugur stendur, og tørvur er á.
Um eina gentu, sum hevur ovurviðkvæmi og astma. Við myndum og teksti verður sagt frá, hvussu Isabella, sum er 6 ára gomul, livir við hús, í barnagarði og á sjúkrahúsi. Bókin er lagað til føroysk viðurskifti í samráð við læknarnar Jón á Steig, Anniku Olsen og Astma- og allergifelagið.
Týtt úr enskum. WHO málini í føroyskari umseting við viðmerkingum um serlig føroysk viðurskifti