Mín Jólabók 2023 (21)
Ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók viå fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Toran gongur (12)
Øll í húsinum hava hvør síni arr, sum pína tey. Pápin Marinus og børnini Aurora og Kaspian sakna mammuna, sum rýmdi frá teimum. Innan fyri sjalini fjala Enara og dóttirin Sirje síni stóru loyndarmál. Sorg og einsemi hava tikið allar litir úr verðini hjá unga Viktori. Gamli klaver leikarin madam Iris hevur mist tónleikin í sínum lívi. Ein dagin bjóðar fimtan ára gamla Aurora øllum til døgurða, og tey taka eitt trilvandi fet inn í lívið hjá hvørjum øðrum.
Kanningarbólkurin 4 - Kavafresaraduellin (70)
Teir stóru og óhugnaligu kavafresararnir hava noytt kavasópararnar niður av fjallatoppinum, har teir búgva. Ella og Felix mugu hjálpa teimum í stríðnum at sleppa heim aftur. Tað verður ísakalt og ræðuliga farligt, men Kanningarbólkurin veit akkurát, hvat skal gerast!
Mín!
Í dag kemur Niklas heim til okkum at spæla, sigur mamma. Hann sleppur ikki at læna íkornan, sigur Sally, - Hann er bara mín. Niklas sleppur ikki at læna tokið, parkeringshúsið, sjónvarpið ella vesið. Og ímynda tær, um hann vil læna mammu Sally?! Tað sleppur hann í øllum førum ikki!
Vinur mín, sjórænarin (50)
Tá ið André missir bæði foreldrini í einari bilvanlukku, endar hjá abbabeiggja sínum. Hann hevur klaffa fyri eygað, alt ov nógv romm innanborða og lurtar bara, um tú kallan hann sjórænarin. Hvør tað er, sum í roynd og veru er tann ábyrgdarfulli av av teimum báðum, er ógreitt. Ein dagin verður sjórænarin sjúkur, og alt sær svart út. Í Trinidad býr bátsmaðurin, sum er besti vinurin hjá sjórænaranum, og tað sigst, at hann hevur lekjandi evnir. André og sjórænarin fara á sína lívs sjóferð.
Kanningarbólkurin 3 - Pappageykatyrlan (80)
Pappageykatyrlan er horvin, og Ella og Felix mugu stríðast ímóti teimum farligastu skapningunum í frumskóginum. Tíbetur hava tey spildurnýggjar, supersnildar uppfinningar við sær!
Hvalagongan (18)
Tá allir hvalirnir í havinum fara úr sínum heimi og gera landgongd, verða fólk ørkymlað. Skjótt deila øll svimjihyl, tokini eru øgiliga trong, og eingin fiskur er eftir á matstovunum. Inntil ein klók, lítil genta ger av at spyrja hvalirnar, hví teir hava gjørt landgongd og eru komnir í bygd og bý ... Ein sterk og hugvekjandi bók eftir kenda, australska Nick Bland, sum skrivar og myndprýðir barnabøkur.
Dinosauravinir 5 - Bestu vinir (18)
Trygvi vakir altíð Rasmus. Men ein morgunin kemur Trygvi ikki. Hvat er hent? Rasmus noyðist at fara einsamallur inn í tann óhugna - liga mýriskógin at leita eftir sínum besta vini. Og tað verður ikki júst frægari av tí, sum Babba Rex fortelur honum: at onkur hevur sæð ein løgnan og óhugnaligan flogdinosaur í skóginum.
Flytifuglar (32)
Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum.
Augusturin (17)
Augusturin er størsta partin av lívinum langt, langt niðri í tí myrka havinum. Tí vita vit ikki so nógv um tann loyndarfulla hvalin, men tað, sum vit veruliga vita, er ørandi! Visti tú til dømis, at augusturin er tað størsta ránsdjórið, sum nakrantíð hevur verið til? Hann hevur heimsins størstu tenn og heimsins størsta heila. Hjartað vigar fleiri hundrað kilo. Augusturin er førur fyri at halda ondini og vera undir í meira enn ein tíma...
Hvør uppfann hetta?
Hvør uppfann bilin, ljósperuna ella kovboybuksurnar, sum tú ert í? Einki, sum er rundan um teg, kemur úr ongum. Evnaríkir uppfinnarar, vísindafólk og verkfrøðingar hava uppfunnið tað! Hvør uppfann hetta? vísir, hvussu fólk fyri langari tíð síðani slóðaðu fyri øllum tí, sum vit brúka í dag í modernaðari tøkni, mentan og læknavísindum.
At vera hjá ommu
Mamma noyðist at fara onkustaðni, og Marita skal vera eftir hjá ommu. Maritu dámar væl at spæla við ommu, men tá ið hon skal fara í song, fer henni at leingjast ...
Georg er horvin
Georg er kettan hjá mær. Men nú er Georg horvin. Hví kemur hann ikki heim? Vakra myndabókin egnar seg væl til eitt prát við børn um deyðan.
Elvin Griff Agentur 4 - Flýggjanin til bakgøturnar
Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Tey koma til ein bý, har karneval er, og grýluklæddir agentar eru eftir teimum. Men hvør er gentan, sum vísir seg í fólkamongdini, og biður tey koma við sær? Elvin og Lýdia noyðast at berjast ímóti vandamiklum fíggindum við hokkistavum, finna ein lykil áðrenn tíðarfreistina og at koyra sportbil. Og hvat er tað í veruleikanum, Umhvørvispakkið hevur gjørt?
Elvin Griff Agentur 3 - Flýggjanin til sirkusið (60)
Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Tey sleppa undan agentunum, sum sperra vegin, og rýma við lastbilinum hjá einum ektaðum sirkusstjóra. Hvat er betri enn at goyma seg millum ferðandi sirkusfólk og ævintýrarar? Tað vísir seg skjótt, at í sirkusinum eru stór loyndarmál. Kunnu Elvin og Lýdia avdúka alt, uttan sjálv at verða avdúkað?















