, , , , , , , , , ,

Pettson fær vitjan á jólum

Pettson gamli og fressurin Findus hava stákast upp undir jól. Nú er bara eftir at fara at fella jólatræið og keypa jólamatin. Men tá verður tað, ið ikki mátti henda. Pettson dettur og meiðir sær fótin, so hann sleppur ikki av fetanum. Hetta høvdu verið eini ræðulig jól, hevði Pettson ikki fingið vitjan, ið hann ikki hevði droymt um.

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Jólavættrarnar og eg

Søgan er um ein smádrong, sum fór at vitja jólavættrarnar. Myndir eru sum kunnu litast.

45,00 kr.
Vís meira
, , , , , ,

Jóansøkunátt

Hvørja jóansøkunátt er rugakurin hjá bóndanum niðurlegsaður, og ongin grunar, hvør tann seki man vera. Men so eydnast tað yngsta soninum at loysa gátuna, og hann noyðist eina langa og tunga ferð, áðrenn hann fær kongsdóttrina.

38,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Í skýmingini

Hetta er savn við skjaldrum, ævintýrum og søgn, sum Sofía hevur hoyrt ommu sína siga frá. Útgávan kom á fyrsta sinni út í 1948, men er nú økt við skjaldum, søgum og myndum.

148,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Gleðilig jól

Tað var 25. desember 1818, at sangurin varð sungin á fyrsta sinni í Oberdorf. Joseph Mohr prestur (1792-1848) skrivaði hann helst við einum latínskum teksti (Alma nox, tacita nox!) sum støði. Mohr dugdi væl at spæla uppá gittar og syngja, og hann var sjálvur við, tá ið sangurin fyrstu ferð varð sungin saman við orgulspælaranum og einum parti av børnunum í bygdini.

20,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , , , ,

Jólakalendari við smáum bókum, bláur

Aftan fyri hvørja lúku er ein klassisk søga, sum tú kanst lesa samna við øðrum, meðan spenningurin til jólini hækkar. Tá tann stóri dagurin kemur, hevur tú eitt lítið bókasavn, sum tú altíð kanst gleðast um.

248,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Jól við Astrid Lindgren - sjey fittar søgur

Kom í jólahýr við klassisku søgunum hjá Astrid Lindgren! Les um bommstavar, jólagávur og jólamat - eingin dugir so væl at lýsa jólini sum Astrid Lindgren. Sjey fittar søgur til alla familjuna at lesa saman - jól eftir jól.

238,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , , ,

Tað var jólanátt - Pixi

Tað var jólanátt, sum upprunaliga var ein yrking, var fyrstu ferð á prenti í blaðnum New York Troy Sentinel. Hon kom út í desember í 1823 undir heitinum Frásøgn frá eini vitjan frá jólamanninum. Nógv ár seinni segði Clement Clarke moore, ein professari út New York, at tað var hann, sum hevði yrkt - men summi hildu, at tað var ein annar maður úr New York, Henry Livingston yngri, sum átti yrkingina.

20,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , , ,

Nøtabrótarin - Pixi

Nøtabrótarin var fyrst ein søga, men í 1892 gjørdi russiska tónaskaldið Tchaikovsky hana til eina ballet. hon verður framførd um allan heim, serliga um jóltíðir.

20,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Aladdin - Pixi

Aladdin er eitt ævintýr úr Miðeystri. Tað er úr einum kendum savni við søgum úr Miðeystri, sum eitur Túsund og ein nátt.

20,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Álvarnir og skómakarin - Pixi

Brøðurnir Jacob og Wilhelm Grimm skrivaðu sum teir fyrstu Álvarnir og skómakarin niður. Grimm-brøðurnir, sum búðu í Týsklandi fyri á leið 200 árum síðani, elskaðu ævintýr. Teir savnaðu eisini nógv onnur, millum annað Øskufíu og Snjóhvítu.

20,00 kr.
Legg í kurv