Guds undurfulla orð (25)
Guds undurfullu orð er ein spennandi barnabók, har lagt verður upp til, at børnini eru virkin. Her ber bæði til at lesa, tekna og klistra og tí kann bókin brúkast av fleiri aldursbólkum; ja foreldrini kunna eisini vera við :-).
Meldur Bíblian (20)
Hvar á skipinum hjá Nóa krógva báðir nashyrningarnir seg? Hvussu nógvar flugur finnur tú í Egyptalandi? Og klárar tú at finna ta hvítu dúgvuna,ið krógvar seg á hvørjari opnu? Í Meldurbíbliuni kanst tú fara á rannsókn í átta myndprýddum bíbliusøgum. Søgurnar eru stuttar, og tað er upp til tín at loysa uppgávurnar.
Lítla barnabíblian (24)
Ein dýrgripur av søgum sagdar fyri smábørnum. Her verður sagt frá um Nóa ørk, lítla dreingin Móses, Dávid og Goliat, Dábjal og leyvurnar, og um Jesus.
Dukkan Emma - eitt jólaævintýr
Søga fyri børn. Dukkan Emma hevur búð í handlinum hjá Pæturi í fleiri ár, tí eingin ynskir sær hana. Jólini eru aftur í hondum, og Emma hevur lítla og onga vón um at verða keypt hesi jólini
Barnasálmabókin (17)
Í bókini er eitt úrval av upprunaføroyskum og týddum sálmum við vøkrum myndprýðingum. Ætlanin við bókini er, at børn skulu fáa gleði av sálmunum, og at teir kunnu gerast ein felags mentanararvur hjá komandi ættarliðum.
FarBíblia (32)
Í bókini eru 23 bíbilskar søgur, fortaldar stutt og greitt, við sera vøkrum myndum. Blaðsíðurnar eru úr tjúkkum pappi og tola væl at verða handfarnar. Ovast á bókini er ein honk, soleiðis at børnini kunnu bera hana við sær, hagar tey fara.
Og stjørnan lýsti sum ein sól
Uttaná líkist hetta einari bók, hildin saman við reyðari silkisloyfu, og við jólaevangeliinum aftanfyri. Men letur tú hana upp, so kemur fram ein trý dimensional mynd av fjósinum við krubbini og øllum tí, ið hendi har jólanátt fyri mongum árum síðan. Har eru seyðamenninir við dýrum sínum, teir vísu menninir, Jósef og Maria við Jesusbarninum í fanginum, og uppi yvir øllum lýsir jólastjørnan.
Bíblian Úrvalssøgur
Bíblia-Úrvalssøgur er ætlað ymsum aldursbólkum og kann verða lisin á ymiskan hátt. Vaksin kunnu lesa hana upp fyri børnum úr seks upp í níggju ára aldur; tíggju upp í fjúrtan ára gomul børn kunnu lesa hana sjálv; og blaðung kunnu brúka hana, áðrenn tey fara at lesa alla bíbliuna.








