The more you know, HJF708-LP

199,20 kr.

The More You Know er ein alt-indie-folk/pop/rock útgáva um, at vaksa upp og skiftið millum tann tú ert, tann tú letst vera og tann, tú vilt vera.

Hetta er fyrsta full-longdar útgávan hjá Marionnu og hon hevur sjálv skrivað og framleitt hana, saman við Ragnari Finssyni.

Útgávan kennist sum eitt gamalt analog heimaband. Eitt Panasonic mini DV-myndatól, sum hevur fangað allar tær erligu løturnar, og hóast tú vart ov lítil at minnast tær, følist tað sum, tær búgva onkrastaðni inni í tær. Skróv og óljóð av bandinum og digitaliseringini hava avskeplað heildarmyndina og minnið, men kenslan er stjørnuklár enn.

Við einum ljóðheimi, sum sameinar indie-folk, popp og rokk við løtum av inniligum indie-bedroom-popp, er The More You Know eitt soundtrack til uppvøkstur hennara og til øll tey, ið kenna seg mitt ímillum tað, tey vóru, og tað, tey eru um at gerast.

Rokna við heitum, glitrandi, strengjalíkum útsetingum og hjartanemandi tekstum í løgum, ið sita eftir, leingi eftir at nálurin er lyftur av plátuni. Eitt teirra, Patio, varð tilnevnt til Ársins Sang á FMA 2026.

The More You Know er ikki bara ein pláta. Hon er ein avmyndan av merglopi, eitt heimaband aftur í fortíðina og ein roynd at klemma øll tey ófullkomnu brotini í okkum sjálvum.

Sangir:

A

You Could Have a House There
Patio
Feels Good To Be Needed
Your Biggest Fan
Airdry
Just Friends
B

Winterlude
Let Me Love You
Hollow
The Knife
The More You Know

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: The more you know, HJF708-LP

Frágreiðing:

Evni:

Tónleikari: Marianna Winther Nagata

Forlag: TUTL

Útgávuár: 2026

Síður: 0

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

ISBN:

: Á goymslu 10591