Vatnanøvn í Føroyum (40)
250,00 kr.
Í bókini er miðað eftir at geva eitt so fullfíggjað yvirlit sum til ber yvir navnnevnd vøtn í øllum landinum. Í einum fakligum inngangi verður navnasiðurin og bygnaðurin í nøvnunum lýstur. Sjálvur bulurin í verkinum er ein gjøgnumgongd av øllum
nøvnunum, sagt verður frá, hvar vøtnini og tjarnirnar eru, hvussu tey liggja í lendinum, eitt nú í mun til onnur støð, og navnaformur og navnatýdningur verður lýstur.
Rithøvundur: Eivind Weyhe
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Vatnanøvn í Føroyum (40)
Frágreiðing: Størri og smærri vøtn og tjarnir eru at síggja í hópatali um alt landið, í dølum og botnum, við strendur og uppi við fjøll.
Evni:
Forlag: Fróðskapur SP/F
Útgávuár: 2021
Síður: 202
Myndir: Ja
Bókaklubba: Nei






