Sunnudagsland
168,00 kr.
Ljóstornini í gamla missiónshúsinum
stóðu á varðhaldi,
meðan tóma skipasmiðjan,
har hvøllu ljóðini frá amboltinum,
ið sungu sum glintandi hógvar á stáli,
og hvæsandi neistarnir frá sveisingartólunum
vóru ljóðmyndin til barndómin og
ungdómin,
tigandi eygleiddi deyðsdráttin
hjá grannvónini
við krossins merki á hvørjum fingri
móti ýlandi, heitu ódnini,
sum við spískum tonnum
sveipaði flensandi gjøgnum bygdargøturnar.
Tey sóu hann øll doyggja standandi.
Rithøvundur: Sissal Kampmann
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Sunnudagsland
Frágreiðing:
Evni: Yrkingar
Forlag: MENTUNARGR.STUDENTAFELAGSINS
Útgávuár: 2016
Síður: 94
Myndir: Nei
Bókaklubba: Nei






