Kavafonnin grætur (28)

298,00 kr.

Rithøvundur: Jógvan Isaksen

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Kavafonnin grætur (28)

Frágreiðing:

Evni:

Forlag: MARSELIUS

Útgávuár: 2025

Síður: 250

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10502

Vørulýsing

Tá ið teir nærkaðust sást, at tað var ein maður í termodrakt, sum fleyt á sjónum við andlitinum niðureftir. Hann var skilliga druknaður. Ferðin bleiv tikin av bátinum, og tað bleiv siglt varisliga ímóti líkinum. Tá ið hetta var stutt frá bátinum fekk tann yngri goggaran í bulin og dró kroppin ímóti bátinum. Saman fingu menninir hálað líkið inn um stokkin. Andlitið, sum við opnum, myrkum eygum leit út í tóman heim var gulligt á liti.
Undir várróðrinum á Norðhavinum í februar, verður ein kinesari í termodrakt funnin druknaður við Kambsgjógv norðan fyri Tjørnuvík. Vatnið í lungunum vísir seg ikki at vera sjógvur, men kranavvatn. Stutt seinni verður enn ein asiati funnin nakin og deyður á Slættaratindi, uttan iva blakaður út úr einari tyrlu. William Hammer og Skansadeildin við tí nýggja pressutalsmanninum Hannisi Martinssoni fáa úr at gera við at fáa tamarhald á tí, sum gongur fyri seg.