Vilji er lekjandi máttur

348,00 kr.

Rithøvundur: Hans Stephanson Egholm

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Vilji er lekjandi máttur

Frágreiðing:

Evni:

Forlag: SPF. SPROTIN

Útgávuár: 2024

Síður: 224

Myndir: Ja

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10239

Vørulýsing

Í nítiárunum taldist Gunnar Hjelm millum bestu bodybuildarar í danska kongaríkinum. Á pallum íFøroyum og Danmark sýndi hann seg fram sum fyrsti ­føroyingur í hesari ítróttargrein.
Treiskni og vilji eyðkenna ­Gunnar. Hann breyt slóð og gekk ­sínar egnu leiðir. Hann varð ikkisjómaður sum so mangur, men bodybuildari og varð skírdur ­fáfongdur apukattur.
Lívið hjá Gunnari hevur lagað seg alt annað enn einfalt. Hann hevur mist øll systkini, og pápin fóreisini alt ov ungur. ­Hjúnaskilnaður, ­drykkjuskapur, ovurfiti og eitt høpisleyst lív vóru í fleiri ár korini. Eitt skifti var hann sálarliga ógviliga ­niðurundirkomin, men hann kom aftur á beint. Kropsmenning varð enn tað, sum fekk hann uppundan aftur.
Hann fekk nýggja tilveru við ­nýggjum maka, men brátt róku myrk skýggj yvir vónríku ­hjúnini.Dóttirin vigaði minni enn ein mjólkarpakki, tá ið hon varð borin í heim, og sonin sluppu tey bara athava hjá sær í hálvt ár, áðrenn hann andaðist av vøddasvinni.