Spor – 22 bókmentatekstir

298,00 kr.

Rithøvundur: Bergur Djurhuus Hansen

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Spor - 22 bókmentatekstir

Frágreiðing:

Evni:

Forlag: SPF. SPROTIN

Útgávuár: 2025

Síður: 172

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10423

Vørulýsing

Eitt evni í skaldskapi og í viðgerð av bókmentum er skomm og skuldarkensla. Skomm er m.a. einótti fyri ikki at liva upp til væntanir hjá øðrum. Fyri rithøvundar er tað kanska ein ivi um endamálvið at skriva. Er tað viðkomandi? Nóg gott? Ungi rithøvundurin í Sult (1890) eftir Knut Hamsunverður lýstur sum bæði ágangandi og „hed af skam“. Í skaldsøguni Í havsins hjarta (2007) eftirGunnar Hoydal „dandar“ høvuðspersónurin, sum er rithøvundur, millum ovurhuga, stórlæti og skomm.
William Heinesen sendi í 1936 eina grein um Chr. Matras til svenska tíðarritið Ord och Bild. Tá Chr.Matras frætti um tað, skrivaði hann til William Heinesen, at hann var „heldur illa við“ og kendi segsum eina flundru, ið varð drigin upp av havsins botni.
Um nú rithøvundar hava tað á slíkan hátt, hvussu so við ummælarum? Kendi yrkjarin ogessayisturin T.S. Eliot (1888-1965) helt, at í ummælum og viðgerð av bókmentum er neyðugt at virðaein annan myndugleika enn seg sjálva/n, um ikki rein tilvild skal ráða.
Tekstirnir í hesi bókini eru eitt úrval av ummælum og viðgerðum, sum áður hava staðið í føroyskumbløðum og ritum. Úrvalið er gjørt eftir, um ein viðgerð er í tekstunum, sum er meiri enn einpersónlig og tíðarbundin støðutakan. Tað eru nýggjar føroyskar bókmentir frá seinastu uml. 20árunum, sum ljós verður sett á. Okkurt ummæli er stutt, einstakar viðgerðir eru drúgvari og við tilvísingum.