Sanna Dahl (9)

398,00 kr.

Slóðbrótarin Sanna Dahl (1915–2011) var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, ið tóku læknaútbúgving. Ævisøga hennara er á mangan hátt ein mynd av menningini av føroyska samfelagnum seinastu hundrað árini. Barnaárini í Vági, ungdómsárini í Havn,
lestrarárini í Keypmannhavn og starvsárini í Føroyum lýsa, hvussu karmarnir hjá føroyingum so líðandi eru broyttir, tá ið tað snýr seg um mentan, kynsmynstur, útbúgving, samferðslumøguleikar, sjúkrahúskervi og tøkni.

Rithøvundur: Martin Næs, Flóvin Þór Nygaard Næs

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Sanna Dahl (9)

Frágreiðing:

Evni:

Forlag: SPF. SPROTIN

Útgávuár: 2023

Síður: 392

Myndir: Ja

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 9980